Serbia er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum

EM-undankappingardysturin millum U21-landsliðini hjá Føroyum og Serbia byrjar klokkan 16.15

Á øðrum sinni verður U21 EM-undankappingardystur í Klaksvík. Klokkan 16.15 taka Føroyar móti Serbia við Djúpumýrar.

 

Føroyar kunnu við sigri skriva søgu við at vinna seg uppá 12 stig í undanbólki H. So nógv stig hevur einki føroyskt landslið nakrantíð tryggjað sær í einari undankapping.

 

Stigametið eigur U21-landsliðið í 2011, ið vann 11 stig í einari undankapping.

 

Altjóða veddingarfyritøkur vænta tó ikki, at Føroyar fara at vinna á Serbia.

 

Lægstu oddsini uppá føroyskan heimasigur eru 6,30. Hægstu oddsini uppá serbiskan útisigur eru 1,44.

 

Gjøgnumsnitsoddsini hjá 18 altjóða veddingarfyritøkum eru 7,10 fyri føroyskan heimasigur, 4,48 uppá javnleik og 1,39 uppá serbiskan útisigur.

 

FM1 sigur beinleiðis frá U21-EM undankappingardystinum í Klaksvík.