Serbia er ein spennandi uppgáva

Tað sigur strikuspælarin á føroyska hondbóltslandsliðnum, Bjarta Johansen

Serbia er í heimsflokki og er risafavorittur, tá EM-undankappingardysturin móti Føroyum í høllini á Hálsi fer í gongd í kvøld. Føroysku spælararnir velja tó at gleða seg til uppgávuna, heldur enn at ræðast

 

Les eisini: Her eru hóparnir

 

-Hetta er spennandi. Tað verður hart, men tað er ein avbjóðing, sum eg fegin vil royna, sigur strikuspælarin úr Kyndli, Bjarta Johansen.

 

Fyrsti dysturin í EM-undankappingini var móti júst Serbia á útivølli. Tá vunnu serbisku kvinnurnar 36-20, eftir at hava verið á odda 7-0 aftaná nakrar fáar minuttir.

 

-Vit lærdu nógv  í tí dystinum. Vit koma afturúr 7-0 og tora ikki at spæla og skjóta. Tá vit so skutu, gjørdu vit alt ov skjótt av. Men longu í næsta dystinum, móti Svøríki, var tað nógv betri, sigur strikuspælarin.

 

Málið er at klára seg betri enn í seinasta dystinum móti Serbia. Høga leikferðin í altjóða dystunum ger, at føroyska landsliðið ger ov nógvar tekniskar villur.

 

-Vit skulu royna at minka um teknisku villurnar. Tær gera vit ov nógvar av í landsdystum. Klára vit tað, so fáa vit fleiri mál. Seinast fingu tær 30 mál. Tað verður ringt at halda teimum niðri á 25 málum, men vit fara at royna, og so vit skulu til at skjóta nøkur fleiri mál, sigur Bjarta Johansen.

 

Landsdysturin móti Serbia verður í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 19. Rás2 sigur frá dystinum.