Serbi skal royndarvenja við HB

Sunnudagin kemur ein serbiskur leikari til Føroya at royndarvenja við HB

Talan er um ein 27 ára gamlan miðvallarleikara, ið eitur Panic. Í HB høvdu tey vónað, at serbiski leikarin longu var komin til landið, men so var ikki.
 
Sær spennandi út
Steinfinn Mittelstein, stjóri í P/f Havnar Fótbóltur, sigur, at teir í HB hava fingið upptøkur sendandi av serbiska leikaranum, og at hann sær ógvuliga spennandi út.
- Nú bleiv tað ikki til nakað við Milan Kuljic, og tí hyggja vit upp á hendan leikaran. Hann er ein offensivur miðvallari, og vit eru spentir at síggja hann venja við hópinum hjá okkum. Í fyrstu atløgu er talan so um eina royndarvenjing, og so mugu venjararnir báðir taka støðu til, um talan er um ein leikara, ið kann styrkja um hópin, sigur Steinfinn Mittelstein.
Stjórin í Havnar Fótbólti sigur eisini, at viðurskiftini hjá pólverska venjaranum hjá HB, Krzystof Popczynski, enn ikki eru komin upp á pláss. Málið liggur í løtuni í Danmark, har tað verður viðgjørt, og hóast leiðslan í HB fleiri ferðir hevur rykt eftir einum svari, hava teir einki frætt.