Serbar vænta at vinna

Fjølmiðlarnir í Serbia eru á einum máli um, at teirra landslið fer at vinna á dønum í EM-finaluni seinnapartin. Eitt er, at teir serbisku spælararnir eru góðir, men tað, sum sambært serbisku fjølmiðlunum kann gera tann veruliga munin, er tann stóra áskoðarafjøldin og tann gangur, sum hon heldur.

 

-Serbia er favorittur til at vinna finaluna, og høvuðsorsøkin er, at dysturin verður í Beograd Arena, sigur PTC og leggur afturat, at tað var stuðulin frá áskoðarunum, sum gjørdi, at Serbia vann á Danmark í tí innleiðandi umfarinum.

 

Spanski landsliðsspælarin Iker Romero hevur sagt, at tað eru ikki tey røttu liðini, sum eru komin í finaluna, men hesum taka teir serbisku fjølmiðlarnir ikki undir við honum í.

 

-Hálvfinalurnar vístu, at tað eru tey bæði bestu liðini, sum eru í finaluni. Kroatar høvdu ongan møguleika ímóti teirri serbisku verjuni, og danir vunnu uppiborið á spaniumonnum, sigur PTC.

 

Serbiski stjørnuspælarin Momir Ilic ávarar sínar landsmenn ímóti at taka sigurin sum eina sjálvfylgju. Ilic sigur, at tað danska liðið er gott, men tað er tað serbiska eisini, og tí væntar hann eina javna finalu.

 

Finalan byrjar klokkan 16.