Avvarðandi hjá tíggju fólkum, sum doyðu, á NATO-flogfør bumbaðu serbiska býin Varvarin, krevja nú at fáa endurgjald frá týska statinum.
Saksøkjararnir siga, at bumbuálopið var brot á Geneve-sáttmálan. Tey siga, at NATO-flogførini bumbaðu eina brúgv um ánna Donau, sjálvt um flogskipararnir vistu, at nógv fólk vóru á brúnni, tí álopið var ein dag, sum er vanligur serbiskur marknaðardagur. Serbarnir vilja eisini vera við, at brúgvin hevði ongan hernaðarligan týdning og átti tí ikki at verið eitt álopsmál.
Serbarnir vilja hava 25 milliónir krónur í endurgjaldi, men týska stjórnin sýtir fyri at gjalda. Stjórnin sigur, at flogførini, sum bumbaðu brúnna í Varvarin, vóru ikki týsk. Serbisku saksøkjararnir hava kortini valt at koyra málið í rættin, og teir fáa stuðul frá fleiri týskum mannarættindafelagsskapum.









