Sera vánalig upsaveiða

Rókur og Lerkur, sum plaga vera hepnir at fáa fisk, landaðu einans 100.000 pund av upsa í Saltangará í morgun. Upsaveiðan hevur verið sera vánalig seinastu dagarnar. Í morgun hava tríggir ísfiskatrolarar landað í Saltangará.

Partrolararnir Rókur og Lerkur høvdu umleið 100.000 pund tilsamans. Skipini hava roynt víða um, men fiskiskapurin hevur verið serstakliga smáligur á øllum túrinum.

Eydna og Beinissvørð komu eisini aftur av túri í morgun. Eydna landaði í Saltangará og Beinissvørð í Vági. Skipini høvdu góð 200.000 pund av upsa tilsamans.

Á Landingarmiðstøðini Kongshavn siga tey, at upsafiskiskapurin hjá partrolarunum er sera smáligur í løtuni.

- Øll skipini, sum plaga at landa hjá okkum, hava verið úti um halguna, men veiðan hevur sum heild verið sera vánalig, siga tey í Saltangará.