Einki spurdist burtur úr tingingunum millum teir tríggjar samgonguflokkarnar í gjárkvøldið um fíggjarlógina fyri 2011, men teir hava avtalað at hittast aftur seinnapartin í dag.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði við Norðlýsið í gjárkvøldið, at hann var sera vónbrotin av, at báturin skal hava so lítla framskrúvu, sum hann tók til.
-Í løtuni eru útlitini at finna semju sera lítil, segði Jóannes Eidesgaard við blaðið. Flokkarnir hava avtalað innanhýsis fundir í dag, og tingingarnar halda so fram aftaná.
Norðlýsið sigur seg hava tosað við fleiri samgongufólk og er komið til ta niðurstøðu, at vánirnar fyri semju eru so lítlar, at tað kann væl enda við nývali.