Veðrið var av tí besta, so ein rúgva av fólki var og vitjaði tiltakið, sum varð sera væleydnað.
Langur leygardagur var eisini hendan dagin í Runavíkini, og hetta serliga tiltakið, sum er tað fyrsta av sínum slag í Runavík, var frá middegi og út til klokkan fimm. Út á dagin komu fleiri og fleiri fólk at vitja forkunnuga laksa- og sølutorgið.
Høvuðsvegurin í miðbýnum var stongdur, og riggaði hetta væl. Á sølutorginum vóru básar settir upp við ymsum sølulutum: frukt, blómur, klæðir og eisini var loppumarknaður.
Pannukøkur og vaflur vóru at fáa á útikafé, sum pensionistarnir stóðu fyri. Feskur laksur var eisini at fáa til sølu, og hoyrdist at nógv varð selt.
Av stóra laksaborðinum, sum kokkurin Poul Rustin stóð fyri, fingu nógv sær ein góðan bita. Hetta var enntá ókeypis.
Eisini var undirhald við tónleiki frá eini dupult kvartett og barnasangur vi_ Duritu, Ester, Drós, Beintu og Tanju og einum sangbólki úr Kelduni. Eisini sungu Jónsvein og Birgir nakrar sangir.
Stigtakarnir, sum eru Kunningarstovan, Handilsmiðdepilin og Runavíkar Kommuna, vóru sera vælnøgdir við tiltakið. Til dømis vóru nógv fleiri fólk og vitjaðu torgið í ár, enn í fjør, men tá var veðrið ikki heilt til vildar. Ætlanin er at víðka um sølutorgið til ein størri uttandura marknað, sum ein eitt nú sær sunnanfyri.
Tiltakið er eisini ein partur av arbeiðnum fyri at betra um trivnaðinum í býnum, og væntað verður við eins góðari undirtøku næsta ár. Eisini vænta fyriskiparnir at nógv fleiri handlar úr býnum fara at luttaka á torginum næstuferð.