Sera væleydnað bátastevna í Vestmanna

Líka so sjaskut, sum veðrið var, tá bátarnir, ið komu sunnaneftir, stevndu norður gjøgnum Hestfjørð leygardagin, líka so gott var veðrið, tá teir løgdu til bryggju í Vestmanna Hann var høgur í ættini, og rættiliga sjaskut var í Hestfirði, tá bátar, sum vóru farnir út í Hest kvøldið fyri, loystu aftur haðani og stevndu norður í Vestmannasund leygardagin.

Jóngerð Nielsen, forkvinna í VÍF, sigur, at tað vóru ikki allir bátarnir, sum vóru farnir út í Hest, ið hættaðu sær norður í Vestmannasund leygardagin. Tískil fóru nakrir aftur til Havnar og onkrir bátar, sum vóru farnir úr Vestmanna ávegis út í Hest, komu eisini heim aftur, tí líkindini vóru so vánalig.

- Við høgættarvindi og hørðum ráki í Hestfirði og Vestmannasundi, kunnu vit ikki annað enn vera væl nøgd við undirtøkuna og bátatalið, sum seinnapartin leygardagin stevndi inn á Vestmanna.

Hon sigur, at talið av bátum var millum 120 og 130, og tað eru tey sera væl nøgd við.

Komin til lands, fekk bátafólkið suppu og eina bátastevnuøl við serstakari etikett, og seinni var eisini høvi at keypa vælumtóktu bátastevnubúffarnar.

- Tað setti sín serstaka dám á bryggjuøkið, tá Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall spældu tónleik og sungu fyri bátafólkinum og øðrum, sum leitaðu sær oman á bryggjuna hesa løtu.

Jóngerð Nielsen sigur, at sum kvøldið leið, var eisini ein serstakur hugni fram við økinum, har bátarnir lógu.

- Bátafólkini høvdu livandi ljós á bátunum, og tey bjóðaðu umborð til føroyskan mat og kanska okkurt leskandi, sigur hon.

Leygarkvøldið í góðveðrinum skjeyt Vestmanna kommuna fýrverk.

Um náttina vóru 800 fólk í dansi í itróttarhøllini, har Vestmenn og Thunderbird spældu.

- Næsta bátastevnan í Vestmanna verður 24. mai 2008, og sera væleydnaða stevnan hesaferð gevur okkum gott mót um eina góða og hugnaliga stevnu aftur komandi ár, sigur forkvinnan í VÍF, Jóngerð Nielsen.