Sera trupult hjá ungum fiskimonnum at útvega sær skip

Føroya Banki heldur, at førdi fiskivinnupolitikkurin førir við sær, at útlendskur kapitalur í størri og størri mun fer at fáa rættindini til føroyskt tilfeingi av fiski

 

Fiskivinna


? Tað er blivið ómøguligt hjá ungum fiskimonnum at útvega sær skip, uttan so, at teir hava rættiliga munandi eginfígging.

Tað staðfestur Føroya Banki í ársfrágreiðing síni til aðalfundin, sum verður í næstum.

Í ársfrágreiðingini fær eisini tann førdi fiskivinnupolitikkurin hjá landsstýrinum eisini nøkur orð við á vegnum .

Føroya Banki vísur á, at teir høgu fiskaprísirnir seinnu árini, hava ført við sær, at virðið á fiskirættindum er økt munandi.

? Hesi viðurskifti eru orsøkin til, at nýggir luttakarar hava sera trupla atgongd til vinnuna , tí hesir mugu gjalda seljarum fyri rættindi, sum myndugleikarni r áður ókeypis hava sett í umfar.

? Afturat hesum kemur, at eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, hava tey, sum keypa skip, ikki loyvi til at veita trygd fyri fígging í tí partinum av skipsvirðinum, sum er tengdur at nevndu fiskirættindum. Og

hetta er ofta størsti parturin, sigur Føroya Banki.

Bankin sigur, at á henda hátt hava lóggevararnir ikki einans gjørt tað sera trupult hjá nýggum luttakarum at fáa atgongd til hesa vinnu.

? Í veruleikanum er tað vorðið ómøguligt hjá ungum fiskimonnum at útvega sær skip, uttan so at teir hava rættiliga munandi eginfígging.


Trupult at skilja

Føroya Banki heldur, at tað er sera trupult at skilja, hví myndugleikarnir vilja avmarka rættindini hjá reiðarum at veðseta fiskirættindi, tí í veruleikanum kunnu teir frítt selja hesi rættindi.

Hetta kunnu teir, hóast søla er eitt munandi størri tiltak enn ein veðseting

? Ein av avleiðingunum av, at fiskirætindi eru so dýr og at tey ikki kunnu veðsetast, og at tað tískil er so trupult hjá ungum føroyingum at koma upp í vinnuna, er óivað, at útlendsk kapitaláhugamál í størri og størri mun yvirtaka rættin til at gagnnýta føroyskt tilfeingi av fiski, sigur Føroya Banki