Sera stórur spenningur

Atkvøðurnar eru fíntaldar og spenningurin er stórur

 

Tað er sera stórur spenningur nú føroyskir tónleikarar skulu heiðrast í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld.

 

Tað siga tey trý, Rólant Waag Dam, Eyðfinn Jensen og Barbara Holm, sum leggja til rættis stóra tiltakið, har virðislønir skulu latast føroyskum tónleikarum, sum hava skarað framúr.

 

Tey trý eru samd um, at fyrireikingarnar hava gingið sera væl og tey eru ómetaliga spent.

 

- Men tey siga, at alt hevur ligið í góðum hondum og kenslan er góð, nú tey leggja seinastu hond á fyrireikingarnar.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr tey greiða frá, nú dagin fyri tað stóra tiltakið, sum Norðurlandahúsið, Miðlahúsið og Kringvarpið skipa fyri í felag.