Sera stór valluttøka á Tvøroyri

Stórur spenningur er um kommunuvalið á Tvøroyri, ikki minst nú Javnaðarflokkurin klovnaði, og Kristin Michelsen, borgarstjóri, stillar upp á einum borgaralista ímóti Javnaðarflokkinum.

Valluttøkan í dag var 90,1 prosent, sum er nógv meira enn seinast, tá hon var 84,1 prosent.

Johan Joensen, valstýrisformaður, heldur, at hetta av tí allar størsta valluttøka, sum hevur verið, og at tað helst er met – í hvussu so er í nógv ár.

Í dag hava 1187 fólk greitt atkvøðu. Seinastu vóru tey 1095. Hesaferð eru brævatkvøðurnar eisini fleiri, 176 í tali ímóti 133 seinast.

Á Tvøroyri vænta tey at hava úrslitið klárt um ein hálvan tíma til trý korter.