Tað tykist sum valluttøkan í kommunuvalinum í Tórshavnar kommunu í ár verður væl størri enn fyri fýra árum síðan.
Klokkan 15 høvdu 3.911 fólk valt, og tað svarar til 27,2 prosent av øllum veljarunum í kommununi. Fyri fýra árum síðan høvdu 3.426 fólk valt klokkan 15, og hetta var 24,3 prosent.
Valrætt í kommuni hava 14.390 fólk. 616 brævatkvøður eru komnar inn.
Fyri løtu síðan vóru nógv fólk í høllini á Hálsi og valdi, men tað gekk kortini skjótt at sleppa framat at velja.
Myndir: Álvur Haraldsen