Endaúrslitið av formel 1 koyringini við Raikkonen fremstum og báðum Renault bilunum í hølunum á honum, tykist sum eitt rættuliga vanligt úrslit í ár. Hetta er hóast alt sjeyndu ferð, at Raikkonen vinnur í ár, og í fjúrtan av teimum átjan koyringum higartil hevur Renault havt ein ella tveir koyrarar á skammlinum. Men koyringin á Suzuka breytini var als ikki vanlig.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sera spennandi
Talan gjørdist um eina tí mest spennandi formel 1 koyringina í nógv ár, við eini rúgvu av yvirhálingum, tøttum nærdystum, og stórum hetjum. Tað skiftandi veðrið í tíðarkoyringini blandaði kortini á ein ørvísi hátt, soleiðis at báðir Mclaren bilarnir og Fernando Alonso í Renault byrjaðu heilt aftast. Meðan Ralf Schumacher byrjaði fremstur frammanfyri Jenson Button og Giancarlo Fisichella í hinum Renault bilinum.
Í sjálvari koyringini var turt, og áskoðarin slapp at uppliva eina ørgrynnu av yvirhálingum, stóru hetjurnar vórðu Kimi Raikkonen, sum vann av seytjandu byrjunarstøðu og Fernando Alonso sum hóast óheppið val av pittstoppstrategi, megnaði at fáa triðja pláss av sekstandu byrjunarstøðu.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Villeneuve fekk nóg mikið
Í sjálvari byrjanini, vóru tað serliga fýra mans, ið gjørdu vart við seg, David Coulthard, Michael Schumacher, Fernando Alonso og Juan Pablo Montoya. Coulthard fór av sættu byrjunarstøðu upp á triðja pláss, men misti tó triðja pláss aftur til Button løtu seinni. Schumacher fór av fjúrtandu byrjunarstøðu upp á sjeynda pláss, og Alonso, sum byrjaði sum nummar sekstan, lá beint í hølunum á Schumacher á áttanda plássi. Montoya, ið byrjaði av átjanda plássi, fylgdi við Schumacher og Alonso, men Jaques Villeneuve á níggjunda plássi, var eftir øllum at døma troyttur av at verða yvirhálaður, og koyrdi Montoya av breytini. Fyri hetta fekk Villeneuve eftir koyringina eina tíðarrevsing á 25 sekund, sum vórðu løgd afturat úrslitinum. Hetta flutti Villeneuve av ellinta aftur á tólvta pláss. Óhappið hevði við sær, at trygdarbilurin kom á breytina.
Sato rendi á nakrar ferðir
Fyri Takuma Sato og Rubens Barrichello gjørdist byrjanin serliga óheppin, teir rendu saman uttan fyri breytina, tá báðir royndu at koyra ov skjótt gjøgnum fyrsta sving. Báðir punkteraðu og noyddust tí í pit, at skifta dekk.
Takuma Sato megnaði at gera seg enn meira óynsktan í formel 1, tá hann við síni tiltiknu ófantaligu koyring, trýsti Jarno Trulli av breytini. Hetta førdi við sær, at Sato aftan á koyringina varð diskvalifiseraður og misti sítt trettanda pláss.
Giancarlo á odda
Ralf Schumacher byrjaði av fyrstu byrjunarstøðu, og helt oddasessin trygt, áðrenn ein sera óheppin pitstrategi beindi fyri hansara vónum um ein sigur, og enn einaferð vístu Toyota, at teirra bilar í koyringini detta stútt niður ígjøgnum stigini. Tá Ralf Schumacher fór í pitt á tólvta umfari, legði Giancarlo Fisichella seg fremst, og lá á odda inntil seinasta umfar. Pitstrategiin hjá Kimi Raikkonen hjálpti væl við at flyta hann upp á annað pláss, men honum tørvaði onga hjálp, tá hann við eini framúr yvirháling fór framvið Giancarlo Fisichella á seinasta umfari og tók sigurin.
Mark Webber í Williams-BMW sannførdi. Hann byrjaði av sjeynda plássi, og fór tvey pláss upp í byrjanini, hann var verandi í stigunum alla koyringina, og tryggjaði sær fjórða pláss. Hetta er sera flott fyri Williams bilin, ið hevur verið lítið sannførandi seinastu mánaðarnar.
At sleppa framvið Schumacher
Í koyringini var Michael Schumacher gáttin, sum bæði Raikkonen og Alonso skuldu framvið, og hetta hevði við sær einki minnið enn nakrar frálíkar nærdystir. Serliga Raikkonen hevði trupulleikar við at sleppa framvið eldra Schumacher beiggjanum.
Christian Albers í Minardi mundi gerast sera heitur um oyrini tá eldur kom í formel 1 bilin hjá honum, tá hann stóð í pit og fekk bensin, eingin fólkaskaði hendi, og eldurin varð sløktur beinanvegin.
Úrslit á Suzuka
1 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 10 stig
2 Giancarlo Fisichella Renault 8 stig
3 Fernando Alonso Renault 6 stig
4 Mark Webber Williams-BMW 5 stig
5 Jenson Button BAR- Honda 4 stig
6 David Coulthard Red Bull Racing 3 stig
7 Michael Schumacher Ferrari 2 stig
8 Ralf Schumacher Toyota 1 stig
9 Christian Klien Red Bull Racing
10 Felipe Massa Sauber-Petronas
11 Rubens Barrichello Ferrari
12 Jacques Villeneuve Sauber-Petronas (fluttur 1. pláss aftur)
13 Robert Doornbos Minardi-Cosworth
14 Tiago Monteiro Jordan-Toyota
15 Narain Karthikeyan Jordan-Toyota
úti Takuma Sato British American Racing Honda (diskvalifiseraður)
úti. Christijan Albers Minardi-Cosworth
úti Antonio Pizzonia Williams-BMW
úti Jarno Trulli Toyota
úti Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes úti
HM fyri koyrarar
1 Fernando Alonso 123
2 Kimi Räikkönen 104
3 Michael Schumacher 62
4 Juan-Pablo Montoya 60
5 Giancarlo Fisichella 53
6 Jarno Trulli 43
7 Ralf Schumacher 39
8 Rubens Barrichello 38
9 Jenson Button 36
10 Mark Webber 34
HM fyri lið
1 Renault F1 176
2 McLaren-Mercedes 174
3 Scuderia Ferrari 100
4 Toyota Racing 82
5 Williams-BMW 64
6 BAR Honda 37
7 Red Bull Cosworth 30
8 Sauber Petronas 17
9 Jordan Toyota 12
10 Minardi Cosworth 7