Talv
FM-finalurnar 2007 vórðu – sum væntað varð frammanundan - sera spennandi. Borðreitt varð við góðari telving og undirhaldi í serflokki. Umframt at telvað varð um FM-heitið í 5 aldursbólkum, ráddi um í minsta lagi, at røkka 2. plássið í aldursbólkinum, tí harvið varð NM-luttøka í Danmark í februar mánað 2008 – tryggjað. Ein “gularót” sum ár undan ári, ger FM finaluna til nakað heilt serligt.
IM Helgi Dam Ziska gjørdi sína skyldu í U20 bólkinum og vann FM heitið sannførandi. Brøðurnir Rógvi Egilstoft Nielsen og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági vunnu FM í ávikavíst U16 og U10 bólkinum, meðan Rúni Vørmadal úr Vestmanna hálaði FM-gullið heim í U14. Neyðugt varð við umdysti um oddasessin í U12 bólkinum, í millum brøðurnar Heðin og Einar Gregersen úr Klaksvík. Uppgerðina vann Heðin Gregersen. Somuleiðis varð neyðugt við umdysti um seinna NM plássið í U10 bólkinum – orrustuna vann Sjúrður Olsen úr Vestmanna ímóti Alfred Olsen, somuleiðis úr Vestmanna.
Nakað óvæntað var tað, at Pætur Poulsen úr Skopun í fyrstu FM royndini í U14, megnaði at vinna silvur, sum harvið tryggjaði honum NM-pláss. Pætur Magnussen úr Tjørnuvík gjørdi honum bragdið eftir, tá hann sensationelt vann FM-bronsu í U12-bólkinum.
Samanlagt vunnu klaksvíkingar flest heiðursmerki. Triðingurin – 5 steyp - fóru norðurum: 1 Gull, 2 Silvur og 2 bronsusteyp. Havnin og Vestmanna vunnu hvør síni 3 steyp og Skopun og Tjørnuvík, hvør sítt. Hinvegin varð Sandavágur ovast við tveimum FM-vinnarum.
Ongin ivi – IM Helgi Dam Ziska !
Ungi altjóða meistari Føroya, IM Helgi Dam Ziska, lat ongan iva vera um, at FM-heitið varð hansara í elsta bólkinum fyri telvarar 20 ár og yngri. Vann kappingina ósvitaliga trygt við fullum stigatali. Hinvegin gjørdist sera spennandi hvør megnaði at vinna 2. plássi og harvið NM-luttøku. Innanhýsis javnleikur ímillum Jón Gregersen og Rógva Dragaberg tíðliga í kappingini innibar, samstundis sum báðir vunnu á Herborg Hansen, at hesir báðir lógu best fyri. Og avgerðin fall ikki fyrr enn í seinasta talvinum, har Rógvi Dragaberg, hóast fullkomiliga javna støðu ímóti Reidari, vann talvið, meðan Herborg Hansen hegnisliga basti Jón Gregersen, soleiðis at Jón ikki fekk umdyst um 2. plássið. Við sigrinum hálaði Herborg Hansen samstundis bronsuna heim.
Siðvanda NM parið megnaði NM-rundferðina !
U16 bólkurin var mannaður við fleiri av okkara royndastu unglingatelvarum og lagt var upp til ein sera spennandi og opnan FM-endabrest. Dagsformurin sýntist at vera bestur hjá Rógva Egilstoft Nielsen, sum telvdi gullið heim, uttan tap, og samanumtikið sannførandi.
Stóri spenningurin undan finaluni í U16 bólkinum var annars, um javnaldrinir Rógvi E. Nielsen og Hjalti T. Jógvansson megnaðu NM-rundferðina. FM-gullið til Rógva og sannførandi 2. pláss til Hjalta, staðfesti, at NM-parið nærum hevur “patent” uppá 91-92 árgangin. 6. árið upp í slag tryggjaðu teir rundferðina, sum byrjaði í Føroyum í 2002: Føroyar, Svøríki, Noreg, Finland, Ísland og – á Argjum 2007 – Danmark 2008. Innanhýsis, stendur nú á jøvnum 3-3 í FM-sigrum.
Bogi Hansen Eliasen var tryggur á 3. plássinum, meðan tveir javnleikir tíðliga í kappingini, merktu, at Margar Berg gjørdist ov stuttur. Jóhann Rói Mortensen telvdi eina sera góða kapping og gav fleiri av favorittunum óvæntaða mótstøðu.
Rúni Vørmadal gjørdi bart
Undan finaluna var greitt, at kappingin fyri telvarar 14 ár og yngri, var fullkomiliga opin. Royndu Vørmadal-brøðurnir úr Vestmanna og Heiðrikur T. Jacobsen úr Havn – ímóti stjørnuskotinum, við ongum FM royndum - úr Skopun - Pætur Poulsen, borðreiddu eitt ordans FM-brak.
Pætur Poulsen innleiddi sera sannførandi við 4 sigrum uppí slag. Ávegis basti hann argasta kappingarneytanum frá innleiðandi kappingunum, Heiðrikki, í jøvnum talvi, har Heiðrikkur ivaleyst vildi meir enn støðan var til. Beint í hølunum var Rúni Vørmadal við 3½ stigum. Og teir møttust í avgerðandi - og seinasta – umfarinum, har javnleikur vildi tryggja Pætur gullið.
Rúni Vørmadal vildi tað annaleiðis. Drúgvur, men samanumtikið, tryggur sigur á Pæturi, tryggjaði gullið. Stútt og støðugt komu dygdirnar til sjóndar, sum flest øll vita eru har. Eitt veruligt come-back hjá evnaríka vestmenninginum, sum av álvara hevur tikið eitt skarvslop rætta vegin í seinastuni.
Pætur Magnussen skrivaði søgu
Evnaríku Klaksvíks-brøðurnir, Einar og Heðin Gregersen, lótu ongan iva vera um, hvør ráddi fyri borgum í U12-bólkinum. Innanhýsis javnleik, 5½ stig, heili 1½ stig fremri enn kappingarneytarnir, tá seinasti leikur var fluttur. Klaksvíkar Talvfelag hevur fostrað tveir telvarar, sum – saman við fleiri øðrum – veruliga sýnast at fara at mynda nýggja talv-ættarliðið í Norðoyggjum.
NM-plássini vórðu tryggjaði, men javnstøðan í oddinum innibar, at neyðugt varð við snar-talv umdysti um FM-gullið. Yngri bróðurin, Heðin Gregersen, dróg longra stráðið, og gjørdist Føroyameistari eftir ein sera undirhaldandi umdyst um gullið: 1-1 og sudden-death. Vorið sum føðingardagsgáva, nú FM heitið hjá Heðini kom til høldar á 11-ára føðingardegnum !
Johan Hentze og Sára T. Olsen luttóku í NM seinast, og stóðu seg væl innleiðandi, men høvdu av álvara mótbrekkuna í finaluni. Pætur Magnussen úr Tjørnuvík gjørdi bart, tók av møguleikanum og vann sensationelt bronsuna – í fyrstu FM royndini ! Eitt satt bragd og samstundis søguskriving: At eitt FM steyp í talvi fyri einstaklingar fer longu leiðina norð til Tjørnuvíkar er – okkum kunnugt – ikki hent áður. Jóhannes Hansen, úr grannabygdini, Haldórsvík, smæddist ei heldur burtur – spennandi taktir úr Norðurstremoy !
Høgni bar gullið av heiði !
Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, gjørdist enn einaferð suvirenur FM vinnari í yngsta bólkinum fyri telvarar 10 ár og yngri: Fult stigatal - og verða undankappingarnar taldar við, er talan um 23 sigrar upp í slag! Er tað hent áður ? Enn ein greitt uppiborin FM-sigur.
Hinvegin var spenningurin sera stórur um hvør megnaði at vinna 2. plássið og harvið NM-luttøkupláss. Undankappingarnar góvu eina rímiliga greiða mynd um, at kappingin fór at standa í millum vestmenningarnar Alfred og Sjúrð Olsen, sum blivu ávikavíst nr. 2 og 3 í báðum undankappingunum. Undan seinasta umfarinum í finaluni, var myndin júst tann sama. Men Alfred snávaði – nakað óvæntað – ímóti Leivur í Buð Justinussen og tískil endaðu Sjúrður og Alfred ájavnir í stigum á 2. plássi. Sera jøvnu telvararnir sessaðust til snartelving og her var Sjúrður kaldari í avgerandi løtunum og vann 1½-½ og harvið seinna NM plássið í bólkinum.
Dánjal K. Hansen, Tórshavn, hevði somuleiðis eina góða kapping – í veruleikanum einasti telvarin - í finaluni, sum gav Høgna nakað av høvuðbrýggi - og endaði greitt nr. 4 við 4 stigum.