Flogferðsla
Á landsfundi Fólkafloksins í vikuskiftinum gjørdi nevndarformaðurin í FaroeJet, Knút Lutzen, bart og segði sína hjartans meining um ta kapping, sum privata flogfelagið, FaroeJet, er uppi ímóti á Føroyarutuni.
Sosialurin hevur skift orð við stjóran í FaroeJet, Jóhan Simonsen, sum er talsmaðurin hjá felagnum úteftir.
Hann sigur, at talan er um eina "kapping" millum eitt lítið, nýtt og privat flogfelag og eitt stórt alment flogfelag við nógvum almennum peningi aftanfyri seg.
Ongar spælireglur
- Privata felagið skal klára seg undir marknaðartreytum, men hetta er eftir okkara tykki ikki galdandi fyri almenna felagið. Ongar spælireglur eru fyri kappingini á loftferðsluøkinum, sum tí er vorðin órímilig fyri okkara privata felag.
Stjórin vísir á, at tá ið talan er um økir sum telesamskifti, oljusølu og bakaravinnuna, hevur Kappingarráðið, sum er stovnur undir Vinnumálaráðnum, verið inni í málum og sett ávís mørk fyri, hvat stór feløg kunnu loyva sær. Hetta er eitt nú hent í kappingini millum Føroya Tele og Kall. Men á loftferðsluøkinum er øðrvísi, tí her kann stóra almenna felagið at kalla gera, sum teimum lystir.
Jóhan Simonsen sigur, at almenna felagið hevur einki krav frá partaeigarum um avkast til partaeigararnar.
- Men tað hevur privata felagið hinvegin, leggur hann aftrat.
Dumpar prísirnar
Stjórin sigur, at Atlantic Airways hevur "dumpað" prísirnar á farmi, og FaroeJet hevur tí í seinastuni heft seg við órealistiska lágar prísir á farmi.
- Almenna flogfelagið berjist móti privata felagnum við at seta yvirkapasitet inn á rutuna, har privata felagið flýgur, og fráferðir hjá almenna felagnum eru lagdar tætt upp at fráferðunum hjá privata flogfelagnum.
Jóhan Simonsen sigur, at almenna felagið eisini hevur sent eina ørgrynnu av bíligum flogferðaseðlunum í umfar.
- Hetta er órímiligt og líkist prísdumping á ferðaseðlaøkinum, heldur stjórin.
Hann leggur aftrat, at almenna felagið, sum í sínari tíð hevði gott samstarv við táverandi kappingarneytan, Mærsk Air, noktar stórt sæð at samstarva við FaroeJet – hóast gott grundarlag er fyri samstarvi.
- Samstarvast kundi eitt nú verið um farm, at flyta ferðandi millum feløgini og at sleppa undan ov stórum yvirkapasiteti.
Ókeypis vinnutól
Stjórin sigur, at almenna felagið hevur fingið vinnutól ókeypis frá Føroya landsstýri, eftir at FaroeJet fór í vinnu.
- Almenna felagið hevur fingið hangarin og eina tyrlu frá landsstýrinum og saman við tyrluni ein kekk á 20 mió almennar krónur hvørt ár, sigur hann.
At enda vísir stjórin í FaroeJet á, at privatisering av almenna flogfelagnum júst er útsett.
- Tí kann almenna felagið halda fram við órímiligu kappingini við almennum peningi aftan fyri seg, har eingi krøv eru um avkast til privatar partaeigarar, sigur Jóhan Simonsen at enda.