Sera positivt við dupultskattaavtalu

Áheitanin frá nýggja fíggjarmálaráðharranum, Bárði Nielsen til bretskar myndugleikar um at fáa eina dupultskattaavtalu millum londini verður væl móttikin í Bretlandi. Bretar hava svara aftur, at teir eru sinnaðir at kanna møguleikarnar fyri einari dupultskattaavtalu við Føroyar.

Skattur


Barður Nielsen, fíggjarmálaráðharri segði í eini viðmerking í útvarpinum nú um dagarnar, at hann vónaði, at oljuvinnan, sum enn ikki hevur givið nakað serligt av sær, fer at koma. Hann vísti í hesum sambandi á ónøgdina millum oljufólk, at tey blíva skattskyldug beinanvegin tey seta fótin á land í Føroyum, tvs. um tey koma til ein fund. Tað hevur so skapt eina ávísa ónøgd millum oljufólkini, bæði tey, sum eru her og koma henda vegin, tí tey kennast ikki við hesi viðurskiftini aðrastaðni og tað kemur av, at vit ikki hava nakra dupultskattaavtalu við Bretland.

Bárður Nielsen metir ikki, at vit fara at missa skattainntøkur av hesi orsøk. Við útvarpið sigur hann, at tað, sum hendir er bara, at oljufólkini tíma ikki at hava hetta eyka stríðið við skattauppgerð í Føroyum og tí heldur halda sínar fundir aðrastaðni.

Tað eru nógvir føroyingar, sum arbeiða uttanlands og tí metir landsstýrismaðurin, at vit føroyingar fáa ein størri vinning av at hava dupultskattaavtalu við onnur lond, tí tá varðveita vit skattin í Føroyum fyri føroyingar enn tað vit missa. Hann metir ikki at tað vera so nógvir útlendingar, sum koma her at arbeiða sum føroyingar, sum arbeiða uttanlands.

Vit hava spurt formannin í FOÍB, áhugafelagið hjá oljufeløgunum, Ben Arabo um eina viðmerking til tíðindini. Tað var annars hann, sum reisti málið á eini oljuráðstevnu í Havn herfyri. Síðani tá hevur málið verið reist av FOIB á fundi við nýggja landsstýrismannin í oljumálum og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Ben Arabo sigur, at hetta, sum nú er hent, er sera positivt. -Tað er gleðiligt, at Fíggjarmálaráðið nú hevur fingið samband við bretsku myndugleikarnar og er hetta eitt stórt stig framá. Ein slík avtala kann gera nógv fyri vinnusambandið millum Føroyar og Bretland. Bretland er hóast alt okkara størsti granni og tí burdi tað verið heilt náttúrligt at havt eina slíka dupultskattaavtalu.

Dupultskattaavtalur hava annars tvey høvuðsendamál. Í fyrsta lagi skulu tær tryggja, at borgarar og fyritøkur ikki koma at gjalda dupultan skatt, tá arbeitt verður í tveimum londum. Hitt endamálið er, at borgarar og fyritøkur hava fulla greiði á skattligu avleiðingunum, tá tey taka avgerð um at fara undir virksemi í øðrum landi.