Ein av teimum, sum alla tíðina hevur eitt vakið eygað við øllum tí, sum fer fram á Atlantsmótinum og her ikki minst eystan fyri miðlinjumarkið millum Føroyar og Bretland, og serstakliga tá talan er um boring og royndarframleiðslu, er stjórin á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu. Hóast hann longu fekk gleðiligu boðini um Rosebankfundið fyri skjótt trimum árum síðani, so koma seinastu útmeldingarnar frá Chevron sera væl við, nú vit eru við at fyrireika enn eina útbjóðing á landgrunninum.
-Tað er sera positivt, sum hendir hinumegin markið, og at man nú í eini royndarframleiðslu sær, hvussu nógv brunnurin framleiðir. 6000 tunnur um dagin eru sera góð tøl, tá hetta er ein royndarframleiðsla. Hetta sigur tó einki um trýstið í brunninum, sum kann siga nakað um, hvussu hann framleiðir uppá longri sikt. Hetta vilja teir helst einki siga um enn. At oljan er góð og løtt og løtt at framleiða, tí hon flýtur væl, ljóðar eisini sera positivt sigur Jarðfeingisstjórin.
Hann vísir á, at endamálið við slíkari royndarframleiðslu og boriætlan er eisini at fáa eina hylling av, hvussu stórt fundið er, og tað sigur tíðindaskrivið frá Chevron einki um. Næsta stigið er so við verandi data og úrslitinum av tí 3. avmarkingarbrunninum at finna fram til á hvønn hátt tú skal byggja feltið út. Tað er eina sera stór avgerð at fastseta á hvønn hátt tú vil útbyggja fundið, og tí hava avmarkingarbrunnarnir so stóran týdning sigur stjórin í Jarðfeingi, sum sjálvur hevur útbúgving sum reservoirverkfrøðingur.
Gott fyri útbjóðingar
Sigurð í Jákupsstovu vísir á, at stóru nýggjheitina fingu vit í 2004, tá Chevron rakti við olju á hesi leið. Nú er tað so staðfest, at har er góð olja, og spurningurin er so at meta um, hvussu nógv er til.
Hetta er sjálvandi gott fyri leitingina á føroyska økinum, tí vit halda okkum vita, at jarðfrøðin hjá okkum kanska minnir um løgini, har olja er funnin hinumegin markið. Tað er eisini spennandi at síggja, hvat fer at henda í loyvinum á føroyskum øki, sum somu fýra oljufeløg hava fingið tillutað. Tey eru Chervron, Statoil, OMV og DONG, og tey fara í næstum at skjóta seismikk har, ið so aftur kann gerast tað, sum skal til fyri at fara undir eina boring í 2008 ella árið eftir.
Sigurð í Jákupsstovu heldur tað vera áhugavert at býta merki í, at nettupp hetta sama fundið, Rosebank, varð tað, sum fekk feløg at søkja um loyvi í 2. útbjóðing á landgrunninum, og at góðu tíðindini frá royndarframleiðsluni á somu leið nú enn einaferð kunnu vera orsøkin til, at fleiri feløg fara at søkja um loyvi í 3. útbjóðing, sum verður í vetur. Tvs. at eitt oljufund í bretskum øki og leitingin har er tað, sum í løtuni drívur verkið her hjá okkum.
Tá olja er funnin so nær markinum sum 8 fjórðingar, so eru sannlíki eisini fyri, at oljan eisini er okkaru megin markið, tó at 8 fjórðingar í oljuhøpi er ikki heilt lítið. Uppá fyrispurning um møguleiki ikki er fyri, at Rosebankfundið gongur inn á føroyskt øki sigur stjórin á Jarðfeingi, at tað hava teir ongar metingar um í løtuni.
31. juli koma umboð fyri øll oljufeløgini, sum eru við í leitingini við Føroya, á fund við Jarðfeingi at tosa um gongdina higartil, verandi treytir og 3. útbjóðing. Um sama mundið verður stór jarðfrøðilig ráðstevna í Føroyum.