Sera ósamd um hvussu Bretland skal úr ES

ES-forsetin Donald Tusk kveistrar burtur tað, sum høvuðssamráðingarmaðurin hjá Bretlandi sigur

Undan avgerandi mánaðinum í samráðingunum um, hvussu Stórabretland skal úr ES er kyknað eitt stríð um orð.

 

ES og Bretland eru í ferð við harðar samráðingar um umstøðurnar fyri, hvussu Bretland skal fara úr ES.

 

Í gjár kveistraði ES-forsetin, Donald Tusk, burtur tað, sum høvuðssamráðingarmaðurin hjá Bretlandi segði um málið.

 

ES hevur kravt, at trý høvuðspunkt skulu vera upp á pláss, áðrenn veruligar samráðingar byrja um, hvussu Bretland skal fara úr ES:

 

Bretland skal liva upp til sínar fíggjarligu skyldur, og greiða skal vera á markinum millum Írland og Norðurírland og viðurskiftunum hjá ES-borgarum í Bretlandi.

 

Skulu stundir verða til at samráðst um onur viðurskifti, so skal hetta vera upp á pláss fyri desember.

 

Um eingin avtala er upp á pláss fyri mars 2019 fer Bretland úr ES og fær tá handilsviðurskifti við ES sum eitt land uttan handilsavtalu. Tað hevði verið oyðileggjandi fyri samhandilin og bretska búskapin.

 

Í eini samrøðu í BBC í gjár segði bretski samráðingarleiðarin, David Davis:

 

– Bretland hevur gjørt alt arbeiðið. Nú vil eg hava ES til at góðtaka nakrar semjur.

 

Fatanin uttan fyri Bretland er í størri mun, at landið orsakað av innanhýsis stríði ikki hevur lagt fram eina samráðingarætlan, ikki góðkennir sínar fíggjarligu skyldur og grundleggjandi als ikki hevur skilt, at atgongd til ágóðar í ES hanga saman við fíggjarligu skyldunum í ES.

 

ES-forsetin Donald Tusk hevði heldur ikki nógv forstáilsi fyri tí, sum David Davis segði, tá hann varð spurdur í gjár:

 

– Mær dámar veruliga væl enska sansin fyri speisemi hjá harra Davis, segði hann við vinnumiðiliin Bloomberg.

 

Í 2016 atkvøddu bretar fyri at fara úr ES. Umstøðurnar vóru tó ógreiðar, og nógv av teimum fakta, sum vórðu brúkt í valstríðnum, hava víst seg ikki at halda.

 

Í samráðingunum millum Stórabretland og ES hava hini 27 londini í ES hildið saman í krøvunum mótvegis Bretlandi.

 

Í Bretlandi hevur verið stríð og politiskt órógv, og bretska tjóðartingið er nústani liðugt við samráðingaruppleggið.

 

/ritzau/