Tað skrivar torshavn.fo:
Í dag byrjaðu kollfirðingar tíðliga við morgunmati við bátahylin frá klokkan 8. So var morgunsvimjing á Sjóvarsandi, har ung sum eldri luttóku.
Klokan 10 var farið undir súkklingina. Byrjað var við bátahylin og súkklað var eitt hálvt marathon. Borgarstjórin luttók aftur hesaferð í súkklingini. Onkur metti, at her luttóku eini 400 fólk.
Annars er listaframsýning við lokalum listafólkum í skúlanum, ríðifelagið Dalaross skipar fyri ponyríðing við bátahylin og sølumarknaður er eisini í tjaldinum við bátahylin.
Ein rúgva av øðrum størri og smærri tiltøkum er í bygdini. Klokkan 16 er togtogan millum býlingar, kl 18 er hondbóltur KÍF og H71 og kl 20 er KÍF kappróður.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##



















