Sera nógvar fráboðanir um vindskaðar í kvøld

Politistøðin í Havn: – Vit hava ekstremt nógvar fráboðanir um vindskaðar, so vit hava slett ikki tíð at tosa, tí her ringir alla tíðina.

Tað vóru boðini, tá vit tosaðu við vakthavandi á politistøðini í Havn fyri løtu síðani.

Sum vit skilja er talan um nógvar smáar skaðar.

– Tað er nógv smáttarí, men vit hava ikki yvirlit yvir støðuna enn, segði vakthavandi.

Tað er nógv vindur í Havn, og tað er sambært Landsverki eisini nógvur vindur kring landið.

Sambært heimasíðuni hjá Landsverki eru hvirlurnar upp í 66 m/s á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð. Á Sandavágshálsi eru tær upp í 52 m/s. Á Gerðabø í Klaksvík eru hvirlurnar upp í 47 m/s.

Á Velbastaðhálsi og á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum eru hvirlurnar upp í 43 m/s.

Við brúnna um Streymin varð ein trailari hjá Smyril Line tikin av eini hvirlu um nátturðatíð og koppaði út í vegjaðaran.

Landsverk hevði fyri løtu síðani hetta at siga um koyrilíkindini:

·       Dalavegur til Viðareiðis  - kl. 20:45 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 29 m/s

·       Klaksvík, Gerðabøur - kl. 20:45 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 47 m/s

·       Syðradalur - kl. 20:45 Skrið, í hvirlunum upp til 39 m/s

·       Gjáarskarð - kl. 20:40 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 41 m/s

·       Kambsdalur - kl. 20:45 Stormur, í hvirlunum upp til 51 m/s

·       Gøtueiði - kl. 20:44 Stormur, í hvirlunum upp til 41 m/s

·       Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 20:45 Skrið, í hvirlunum upp til 41 m/s

·       Tjørnuvíkarvegurin - kl. 20:45 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 33 m/s

·       Streymnes - kl. 20:45 Stormur, í hvirlunum upp til 38 m/s

·       Norðuri í Sundum, Kollafjørður - kl. 20:45 Stormur, í hvirlunum upp til 32 m/s

·       Høgareyn - kl. 20:45 ódn, í hvirlunum upp til 47 m/s

·       Á Sandavágshálsi - kl. 20:45 Skrið, í hvirlunum upp til 52 m/s

·       Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 20:45 ódn, í hvirlunum upp til 66 m/s

·       Kaldbaksbotnur - kl. 20:45 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s

·       Sund - kl. 20:45 Skrið, í hvirlunum upp til 34 m/s

·       við Velbastaðháls - kl. 20:41 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 43 m/s

·       Skopunar havn - kl. 20:45 Skrið, í hvirlunum upp til 41 m/s

·       Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 20:45 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 39 m/s

·       Krambatangi - kl. 20:45 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 36 m/s

·       Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 20:46 ódn, í hvirlunum upp til 43 m/s

·       Porkerishálsur - kl. 20:45 Skrið, í hvirlunum upp til 32 m/s