Nógv stig ...
Vit hava longt barnsburðarfarloyvið við 8 vikum. Ikki júst einki fyri føroyskar barnafamiljur. Vit hava dagført vinnulóggávu og sett í verk tryggingarlóggávu, ið er grundarlagið undir at víðka virkismøguleikarnar hjá okkara tryggingarvinnu. Vit hava tikið stig til at gera Føroya Altjóða Skipaskráseting (FAS) kappingarføra, soleiðis at hetta veruliga gerst ein inntøkumøguleiki fyri land okkara. Um fáar dagar verður stjóri settur á nýggja stovninum fyri FAS og Skráseting Føroya. Vit hava samtykt marknaðarføringslóg og verður Brúkaraumboðsmaður settur frá 1. januar. Vit hava fingið øll viðurskifti viðvíkjandi yvirtøkuni av Vága Floghavn upp á pláss, so útbyggingin nú loksins sleppur í gongd, og vit hava broytt lógina, so tað nú verður loyvt at hava tollfría sølu á flogvøllinum. Vit hava uppraðfest vinnugransking og íverksetan.
Tá tað snýr seg um tunlarnar, er eitt sera umfatandi útgreiningararbeiði gjørt, sum m.a. fevnir um fíggingarleistar og váðametingar. Eitt arbeiði, ið sjálvandi er púrasta grundleggjandi undir ætlanum at fremja so stórar íløgur í infrakervið.
...og stór felags tøk
Vit hava tikið størsta fetið nakrantíð ímóti møguleikanum at fáa góðkent okkara fiskiveiðu sum burðardygga.
Vit hava latið upp fyri útlendskari arbeiðsmegi og sett á stovn útlendingastovu, sum er eitt sera umráðandi tak fyri arbeiðsmarknaðin.
Á útbúgvingarøkjunum eru risa tøk tikin, har fleiri nýggjar hægri útbúgvingar eru settar í gongd, og miðnásskúlin í Marknagili verður nú veruleiki. Okkara Kringvarp fær loksins nýtt digitalt sendinet. Vit hava økt játtanina munandi til børn við serligum tørvi. Økt pláss til lærara- og pedagogútbúgvingarnar og setta stovn nýggj miðnámsskúlapláss í Eysturoynni til meira enn 70 næmingar
Endurgjaldsábyrgdarlógin er samtykt – hon hevur bíðað í meira enn 10 ár, og arbeiðsskaðatryggingarlógin, ið gevur arbeiðstakarum munandi betri trygd enn í dag, er á gáttuni. Játtanirnar til bæði mentanargrunn, tónleik og Tjóðpall eru øktar meira enn undanfarnu 4 árini – hóast hetta ikki er nóg mikið.
Nú frá 1. sept. fáa stakir uppihaldarar barnaískoyti á 6000 kr. fyri hvørt barnið. Økisdepil og sambýli til sinnisveik eru samtykt. Vit hava stovnsett eitt uttanríkisráð at røkja okkara altjóða vinnuligu, mentanarligu og politisku áhugamál, og gongd er komin á EFTA-málið.
Sakligan kritikk, takk
Hetta var bara eitt úrval úr listanum yvir mál, ið eru framd síðani samgongan við Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum tók við í februar. Og listin yvir mál, samgongan, saman við Sjálvstýrisflokkinum, ætlar at fremja í hesi tingsetuni, er ikki styttri.
Tað er gott og rætt at Dimma, og pressan sum heild, eru kritisk til tað, sum er farið fram í seinastuni, og sum vit als ikki kunnu vera errin av. Men tað er alt annað enn rímiligt yvirfyri Føroya fólki at pástanda, at vit hava sitið hendur í favn í eitt hálvt ár. Veruleikin er jú ein heilt annar!