Sera leyst og liðugt

Hondbóltur - Hóast VÍF royndi at sprella eitt sindur í fyrra hálvleiki, gjørdi Neistin júst tað, ið skuldi til, og so var finalusessurin tryggjaður í einum dysti, ið hevði ikki færri enn 77 mál at bjóða uppá

Útgangsstøðan hjá Neistanum var sera góð undan ferðini til Vestmannar, tí Neistin hevði vunnið fyrru hálvfinaluna á heimavølli heili 31-20. Sostatt líktist tað meira ella minni einum avgreiðsluspurningi, tá VÍF tók ímóti í gjárkvøldið.
At byrja við sá javnt út, men vestmenningar royndu sítt besta, hóast 11 mál ikki er smávegis at skula vinna innaftur. Tá fyrstu 20 minuttirnir vóru farnir, hómaðu heimafjeppararnir ein lítlan møgu­leika fyri eitt sindur av spenningi, tí tá var VÍF á odda 14-8, so nú vóru bara fimm mál á muni samanlagt.
Men so setti Neistin bara ferð­ina eitt sindur upp, so munurin var minkaður niður í tvey mál í steðginum, áðrenn teir bláu fyrstu løtuna eftir steðgin spurtaðu av­stað skjótt vóru tvey og trý mál framm­anfyri. Onkra løtuna mitt í seinna hálvleiki stóð á jøvnum, men dysturin gjørdist ongantíð aft­ur spennandi, men hinvegin sera leysur, tí ein rúgva av málum komu í báðum endum.
– Vit raknaðu við, tá vit vóru seks mál aftanfyri, men annars merkti tað dystin nokk so nógv, at tað meira ella minni var avgjørt frammanundan. Tað sást eisini á teimum nógvu málunum, ið komu, segði spælandi venjarin hjá Neist­anum, Ingi Olsen, eftir dystin á sínum gamla heimavølli.
– Dysturin gav okkum tó møgu­leika at royna ymiskt, og millum annað sluppu fleiri av teimum ungu at royna seg, umframt at onkrir spælarar, ið hava verið skaddir, kundu fáa eitt sindur av dystar­venjing.