Fiskamarknaður Føroya væntar ikki tær nógvu landingarnar næsta mánadag. Møguliga kemur eitt línuskip undan Íslandi.
- Skipið hevur mest av toski og hýsu og helst nakað av brosmu og longu eisini. Seinni í vikuni kemur helst eitt línuskip aftrat undan Íslandi.
Undan Føroyum væntar marknaðurin eini fýra línuskip í vikuni, sum kemur. Fiskiskapurin hjá teimum flestu hevur verið vánaligur. Slagið er mest brosma og longa.
- Sera lítil útróður er í løtunu. Bátarnir royna fyri tað mesta við kalvalínu. Streymurin og veðrið verða brúkiligt í næstu viku, so tað verða helst nakrir bátar, sum fara til útróðrar.
Tveir dupvatnstrolarar royna á djúpum vatni og fiska svartkalva - og tveir fiska upsa. Skipini koma helst inn seinast í vikuni sum kemur.
Fiskiskapurin hjá partrolarunum, sum fiska upsa, er smáligur, men skipini landa gjøgnum vikuna.
- Tveir trolbátar eru úti. Teir fiska mest tosk og nakað av hýsu, upsa og hvítingi. Bátarnir koma inn at landa seinast í næstu viku.
Um garnaskipini sigur Fiskamarknaður Føroya, at tvey skip eru til fiskiskap og landa í Føroyum. Ein fiskar havtasku, og ein fiskar svartkalva.
- Bæði skipini landa miðskeiðis í næstu viku, sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum.









