Sera kalt í Norðurnoregi

Tað hevur verið sera kalt nógvastaðni í Noregi í seinastuni, og síðstu nátt fóru mátararnir í Karasjok heilt niður á 41,3 kuldastig. Aðrastaðni í Finnmørkini frysti tað næstan 40 stig.

Veðurstovan í Tromsø sigur, at hetta er tann kaldasta náttin higartil í vetur.

-Tað er óvanligt, at tað frystir meiri enn 40 stig, men kortini hendir tað einar tvær ferðir hvønn vetur inni í landinum, sigur veðurmaðurin Geir Bøyum við norska kringvarpið.

Veðurmenninir siga, at tað verður verandi kalt, men kortini ikki so kalt sum í nátt.