Sera kalt í nátt

Eitt lágtrýst í ein landsynning úr Íslandi fer spakuliga í ein sunnan og fer framvið beint vestan fyri Føroyar í dag. Hann makar vindin og út á náttina fer at kava. Eitt lágtrýst sunnan fyri Írland fer komandi dagarnar í ein landnyrðing og liggur hósdagin væntandi yvir miðskandinavia. Samstundis rekur køld luft við kava- og vátaslettingi inn yvir Føroyar av landnyrðingi. Seint fríggjadagin fer eitt brúgvalag inn yvir Føroyar av suðri og um vikuskiftið styrkist eitt hátrýst yvir Íslandi og Føroyum.

 

Veðrið í dag.

Lot til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s, seinnapartin øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingur. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Í nátt lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8/s, samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum frostmarkið og 5 kuldastig, í støðum uppaftur kaldari.

 

Í morgin

Lot til gul av ymsum ættum ella høgætt, undir 5 m/s, um náttina av eystri. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin um dagin um 2 stig, um náttina millum 5 kuldastig og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin

Hann øtlar spakuliga vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi og eystri, 8 til 13 m/s, um náttina upp í hvassan vind sunnanfyri, 15 m/s. Fyrst turt og sólglotta, men út á dagin skýggjað og sum frá líður vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 6 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 3 stig. Um náttina turt og stundum klárt og hitin millum 5 kuldastig og 2 hitastig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, um náttina av landsynningi og øtlandi í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað og møguliga sólglottar. Hitin um dagin um 2 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig, í støðum niður í 7 kuldastig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað og møguliga sólglottar. Hitin um dagin um 4 stig.