B68 ****
NSÍ ****
Tað er altíð intenst á vøllinum, tá B68 og NSÍ møtast, og í so máta var dysturin í gjárkvøldið einki undantak. Men í mun til aðrar dystir teirra millum síðstu árini, var hesin vælspældur og spennandi alla tíðina, og hóast ikki færri enn seks gul kort fullu, var tað hvørki harðligt ella ljótt.
Sum vera man, var eisini nógv fólk og hugdi, tí hetta var kanska fyrstu ferð, at talan samstundis var um eina toppuppgerð. B68 var undan dystinum eitt stig frammanfyri, og tá avtornaði, broyttist tann munurin ikki. Men nú summarsteðgur er í Vodafonedeildini, er B68 á silvurplássi og NSÍ framvegis á fjórða plássi – og millum sín hava tey Víking.
Byrjanin var sera jøvn, men tað tóktist, sum gjørdist NSÍ eitt sindur næskari, og tað gav eisini leiðslumálið, tá 19 minuttir vóru farnir. Talan var um gott álop fram ígjøgnum høgru síðu, sum endaði við, at Hjalgrím Elttør sendi innfyri, har Klæmint Olsen kom at standa væl fyri og sendi bóltin undir høgra arm hjá Vlada Filipovic og inn við aftaru stong.
Eisini løtuna eftir leiðslumálið tóktist NSÍ hava betur tak á, men B68 menti seg og serliga stórur var kjansurin, tá Ahmed Keita smekkaði til úr stuttari frástøðu, men var forðaður av einari meistarligari bjarging frá Meinhardt Joensen í NSÍ-málinum. Løtu seinni hevði NSÍ ein dupultkjans, tá fyrst Klæmint royndi seg og síðani Jóhan Troest Davidsen, men í tveimum umførum fekk Vlada vart fyri.
Komu sterkt aftur
Hetta gjørdist ein hvøkkur, ið veruliga fekk B68 at rakna við, og tað lá í luftini, at ein útjavning var á veg, og fimm minuttir fyri hálvleik bragdaði. Eftir innkast í vinstru síðu ferðaðist bólturin aftur og fram inni í NSÍ-brotsteiginum, til Keita tók sakina í egnar hendur og við einum fantastiska góðum skoti javnaði til 1-1, tá hann úr einum 10 metrum fluktaði yvir í mótsatta málkrók.
Sostatt stóð á jøvnum í steðginum, men liðini hildu fram í sama lag eftir steðgin. Bæði vildu vinna og løgdu størsta dentin á álopsspæli, so tað kanska blivu málverjarnir báðir, ið samanumtikið stóðu sterkastir í myndini. Hvørki Meinhardt ella Vlada fingu gjørt stórvegis við málini, men forðaðu væl fyri, at tey blivu fleiri í tali.
Eins og í fyrra hálvleiki, vóru umleið 19 minuttir farnir, tá NSÍ aftur kom á odda, men hesa ferð kom málið kanska eitt sindur meira óvart á, tí B68 var komið betur frá byrjan. Bogi Løkin fangaði bóltin í B68-uppspælinum, spældi stutt saman við Károly Potemkin, fekk bóltin aftur og setti hann trygt í málið til 2-1 til NSÍ.
Men enn eina ferð svaraði B68 aftur – og hesa ferð skjótt eisini. Nenad Stankovic tók fríspark úr høgru síðu, og í trunkanum inni fyri NSÍ-málinum fekk verjuspælarin Niclas Joensen fótin á og javnaði til 2-2. Fleiri málmøguleikar vóru eftir í dystinum, og tann størsta mundi innskifti Øssur Dalbúð eiga, tá hann úr stuttari frástøðu skallaði ímóti málinum, men mátti síggja Vlada koma heilt niður við arminum og sláa bóltin út um stongina.
Skal takast samanum, so leveraðu bæði lið ein javnan og spennandi dyst, ið gav áskoðarunum fult av undirhaldi fyri pengarnar. At tað endaði við javnleiki, var avgjørt rættvíst fyri dystin, tí hvørki liðið hevði uppborið at tapt á Svangaskarði í gjárkvøldið.










