Sera javnt í Venesuela

Nicolas Maduro vann forsetavalið í Venesuela í gjár. Men sigurin var sera tepur, tí sambært valnevndini fekk Manduro 50,7 prosent av atkvøðunum. Mótvalevnið, andstøðuleiðarin Henrique Capriles, fekk 49 prosent.

-Hetta eru tey endaligu úrslitini, sum fólkið hevur avgjørt, sigur formaðurin í valnevndini, Tibisay Lucena, sum bað fólk virða úrslitið.

Nicolas Manduro hevur verið virkandi forseti, síðani Hugo Chavez doyði. Meiningakanningar hava víst, at hann fór at vinna, men munurin millum hann og Capriles minkaði nógv upp undir valið, og tað sæst eisini á úrslitinum. Capriles segði í nátt, at hann kundi ikki góðtaka úrslitið, fyrr enn hvør einasta atkvøða var tald, og hann segði seg hava dømi um ymiskt óregluligt á valdegnum.