Sera javnt millum flokkarnar

Allir teir fýra stóru flokkarnir hava hesaferð møguleika at vinna fólkatingsumboð sambært veljarakanning, útvarpið hevur gjørt

Eiriikur Lindenskov


Spenningurin um, hvørjir flokkara far at vinna fólkatingsvalið komandi mikudag økist alsamt.

Ein veljarakanning, sum Dimmalætting lat gera herfyri vísti týðuliga, at Tjóðveldisflokkurin fór at gerast stóri sigursharrin til komandi løgtingsval. Vóru hesi tøl flutt yvir á fólkatingsvalið, so vann Tjóðveldisflokkurin fyrsta mannin, meðan Sambandsflokkurin fór at varðveita sín fólkatingsmann.

Men nú um dagarnar hevur útvarpið so latið eina nýggja veljarakanning gera.

Hendan kanning vísir nakað annað. Nú er tað Fólkaflokkurin, sum verður sigursharri, Tjóðveldisflokkurin verður næstur og síðan koma Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin stavn um stavn. Úrslitið var hetta:


Fólkaflokkurin........25,8%

Tjóðveldisflokk......24,8%

Samhandsflokk....... 22,7%

Javnaðarflokk.........22,4%

Sjálvsstýrisflokk.......4,3%

Tá valstríðið ikki er meira enn byrjað, so kunnu vit longu nú staðfesta, at tað verður sera spennandi, tí allir teir fýra stóru flokkarnir hava ein reellan møguleika at vinna annað fólkatingsumboðið.

Við seinasta fólkatingsval, 21. september 1994, var úrslitið hetta:


Flokkuratkv.%-býti

Fólkafl415625,7

Samb.fl.430122,5

Javnað.fl.372019,4

Sjálvs.fl4692,4

Tjóðv.fl17989,4

KrF4662,4

Verkam.311116,2

U.flokk.11275,9


Sambært veljrarakanningini hjá útvarpinum er munurin frá síðsta valúrslitið til seinastau veljarakanningina hetta:


Fólkafl+ 4,1%

Samb.fl.+ 0,2%

Javnað.fl.+ 3,0%

Sjálvs.fl+1,9%

Tjóðv.fl+15,4%