- Hetta hevur verið sera áhugavert. Arbeiði hevur verið spennandi, men tað hevur eisini verið drúgt til tíðir. Vit hava gjørt nógv detektivarbeiði fyri at finna ávísar upplýsingar, men nú eru vit komin á mál.
Orðini eigur Niels Nattestad, vanliga nevndur Natte, sum hevur hjálpt til við bókini. Natte byrjaði á besta liðnum hjá Kyndli í 1965, og hetta árið vunnu teir meistaraheitið. Hetta var ein stór løta fyri hann, tí hetta var sjálvsagt hansara fyrsta føroyameistaraheiti. Hann hevur eisini spælt hondbólt í fleiri ár, og eftir hetta hevur hann siti í nevndum hjá Kyndli í ein mansaldur.
Natte gleddist um hjálpina, teir høvdu fingið frá øllum, og hann helt tað vera spennandi at hyggja ígjøgnum allar tær gomlu myndirnar.
- Tað hevur verið stuttligt at sæð allar tær gomlu myndirnar, sum vit hava fingið. Hetta hevur vakt nógv gomul minni.
Tá vit at enda spurdur Natta, um tað er nøkur serlig hending, sum hann minnist serliga væl, var hann ivaleysur.
- Ja, har er ein hending, sum stendur frammarlaga í huganum. Tað var, tá vit vunnu meistaraheitið í 2004. Vit møttu VÍF í síðsta dystinum, og tá tvey sekund vóru eftir fingu vit brotskast. Hetta sendi Jónleif Sólsker í netið, og við hesum málinum gjørdist Kyndil føroyameistari.