? Eg eri ógvuliga bilsin sum býráðslimur, at tað ferð eftir ferð koma slíkar byggisamtyktir fram, sigur Jógvan Arge um málið við útbyggingini av Kommunuskúlanum.
? Hetta er sera óheppið, og tað er løgið at umsitingin ikki hevur betri tak á sínum pappírum, so tey ikki vita, hvør byggisamtykt er galdandi tá byggiætlanir verða lagdar.
Mentamálanevndin beindi málið aftur til umsitingina, har málið hevur verið til hoyringar. Ymiskar atfinningar hava verið frá grannunum, og vóru tað teir, sum gjørdu vart við, at økið skuldi vera urtagarðsøki.
? Eg síggi eitt, og tað er, at býráðsumsitingin skuldi havt betri skil á pappírunum, men hvat skal gerast, dugi eg ikki at siga. Men fyrst og fremst skal byggisamtyktin haldast, sigur Jógvan Arge.









