Landsstýrismaðurin í heilsumálum veit onki um, hvør hevur mælt til leistin, sum Hondbóltssamband Føroya ætlar at brúka til steypafinalurnar um vikuskiftið, har bara liðugt koppsett fólk frítt kunnu keypa atgongumerkir. Men hann ger greitt, at almennu tilmælini eru ikki broytt.
Hetta skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld, nú aftaná at Hondbóltssambandið hevur boðað frá, at tey liðugt koppsettu sleppa til avmarkaðu honbóltsdyst í Høllini á Hálsi um vikuskiftið, um tey prógva, at tey eru koppsett tvær ferðir. Les meira um hetta HER.
Hetta undrar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, tí hann kann staðfesta, at almennu tilmælini hjá landsstýrinum ikki eru broytt.
– Heilsufakliga verður stórur dentur jú lagdur á, at tú kanst breiða koronusmittu, sjálvt um tú ert koppsettur. Eg visti onki um hetta málið, fyrr enn eg las um tað í miðlunum, sigur landsstýrismaðurin í tíðindaskrivinum.
– Ongi av teimum upprunaligu tilmælunum, sum viðvíkja størri fólkasamkomum eru broytt. Tey eru generell og galdandi fyri øll. Sjálvur haldi eg tað vera sera harmiligt, um fólk verða býtt í A- og B-borgarar, alt eftir um tey eru koppsett ella ikki, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.