Sera harmiligt

- Tað er sera harmiligt, at hesi børnini ikki ikki kundu fara á hendan túrin, sum tey høvdu fyrireikað í so langa tíð. Men vit fáa ikki veitt tær tænastur, sum vit vanliga gera, meðan Scania rekur siglingina um Leirvíksfjørð, siga tey frá Strandferðsluni

- Í nýggju ferðaætlanini hjá okkum hava vit lagt stóran dent á at skapa eitt týdningarmikið reglusemi millum allar leiðirnar, sum vit bjóða út. Men hetta er gjørt við teim føstu leiðunum í huganum, og Scania er ikki ein av okkara føstu leiðum, sigur eitt sv starvsfólkunum á Strandferðsluni.
Trupulleikin er, at Scania nýtir longri tíð um Leirvíksfjørð enn Dúgvan, og tískil hevur Strandferðslan broytt nakrar av bussleiðunum, millum annað eisini til Havnina.
- Vit eru øgiliga kedd av, at hetta ávirkar til dømis handan barnagarðin, men havast má í huganum, at hetta bert er ein fyribils loysn, greiða tey frá.
- Um Dúgvan sigldi, so hevði als eingin trupuleiki verið, og barnagarðurin kundi nýtt tænastuna, sum vit vanliga veita. Men so leingi Dúgvan er til eftirlit, og Scania ístaðin røkir siglingina, fáa vit ikki gjørt tað betur.