Ein sera harður jarðskjálvti var í nátt við strondina í Kili, og ávaring er send út um flóðaldu. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at skjálvtin var 8,3 á Richter-stiganum, men seinni boðaði jarðfrøðistovnurin í Santiago frá, at skjálvtin var 8,5 á Richter-stiganum. Einki er tó frætt um skaðar.
Miðdepilin í jarðskjálvtanum var 90 kilometrar í landnyrðing úr býnum Conception, sum er nærhendis høvuðsstaðnum Santiago. Reuter skrivar, at partar av Santiago liggja í streymloysi.
Myndugleikarnir hava sent út ávaring um, at jarðskjálvtin kann hava elvt til flóðaldu, sum kann raka Kili, Peru og Ekvador.
Jarðskjálvtin í nátt er tann harðasti í Kilí síðani 1960.










