Sera hált

Løgreglan heitir á bilførarar, um at vísa varsemi í bili í kvøld. Eitt ferðsluóhapp hevur verið.

Løgreglan heitir á bilførarar um at koyra varliga í hálkuni í kvøld:

 

Hervið bert ein áheitan til bilførarar, um at vísa varsemi í bili í kvøld. Vit hava fingið fleiri fráboðanir frá bilførarum um, at tað er sera hált. Eitt ferðsluóhapp hevur verið, sigur løgreglan.

.
Fráboðanirnar eru enn bara úr norðaru helvt av landinum.