Tveir bilar eru farnir út av vegnum Løgreglan ávarar fólki ímóti at herja fyrilitarleyst á landsvegirnar í kvøld, soframt tey ikki eru nógv væl skødd til vetrarkoyring.
Kristian Dahl, løgreglumaður segði í stuttari samrøðu við Rás2, at tveir bilar eru farnir út av vegnum á Oyggjarvegnum. Í báðum førum var talan um bilar, sum ikki vóru nóg væl skøddir. Tíbetur var eingin álvarsamur persónsskaði hjá teimum, sum sótu í hesum bilunum.
Kristian Dahl sigur, at tað lýggja heystveðrið sum hevur verið seinastu vikurnar hevur fingið mangar bilførarar at útseta at koyra vetrar- ella píkadekk á bilarnar, men nú er so einki at bíða við at fáa hesi á bilin.










