Sera grov ákæra

Bjørt Samuelsen, fyrrverandi landsstýriskvinna, heldur, at tað eru sera grovar ákærur, sum Eyðfinn Jacobsen førir fram

Í greinini omanfyri sigur Eyðfinn Jacobsen, at vit hava havt eina landsstýriskvinnu, sum hevur sett spurnartekin við trygdina í Atlantsflogi og sum hevur lagt seg út í handilsligar avgerðir hjá felagnum.

Í hesum sambandi sipar hann til Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu.

Men hesum vísir hon staðiliga aftur og kallar hetta sera grovar ákærur.

Eftir at Atlantsflog hevði havt nøkur óhapp eftir stuttari tíð, var beinleiðis samrøða við hana á rás2.

- Eg segði alment á Rás 2 at eg havi onga orsøk til at ikki at hava álit á trygdini í Atlantsflogi, sigur hon í stuttari viðmerking.

- Men av tí at tað áhaldandi vóru søgur í fjølmiðlunum um trygdarviðurskifti, bað eg leiðsluna í felagnum um at lýsa hesi viðurskifti fyri mær.

Tað gjørdi hon, tí at hon, sum landsstýriskvinna í vinnumálum, umboðar høvðuspartaeigaran, sum er landsstýrið.

- Eftir hetta boðaði eg eisini alment frá, at eg hevði 100% álit á trygdini í Atlantsflogi.

- Tað var eisini sum høvuðspartaeigari at eg bað um ein gjølla frágreiðing um nógv umrødda partabrævabýtið, og eg valdi júst ikki at blanda meg politiskt.

Hon sigur, at tað var eisini hennara avgerð, at privatu partaeigararnir skuldu sleppa at velja tann eina nevndarlimin.

- Men hetta er ein rættur, sum núverandi landsstýrismaður í vinnumálum av óskiljandi orsøkum hevur gjørt av at taka frá teimum privatu partaeigarunum, leggur hon afturat.

Eyðfinn Jacobsen sipar eisini til Johan Dahl, landsstýrismann, men tað eydnaðist ikki at fáa orðið á hann, áðrenn blaðið fór til prentingar.

Men áður hevur hann ferð eftir ferð gjørt greitt, at hann hevur ikki fleiri viðmerkingar til Atlantsflog fyrrenn eftir aðalfundin.