Sera gram Amy Winehouse

Lítla songkvinnan við stóru røddini streyk avstað við fimm virðislønum í gjárkvøldið, tá ið Grammy-virðislønirnar vórðu handaðar á 50. sinni Seinastu tíðina eru tað tíverri ikki songevnini hjá bretsku songakvinnuni, ið hava verið umrødd, tá ið hon hevur verið í tíðindunum. Heldur hevur tað verið hennara rúsevnismisnýtsla og vitjanir á avvenjingarstovnum, ið miðlarnir hava varpað ljós á.

 

Men í gjárkvøldið vóru tað aftur hennara sangevni, ið vóru í fokus. Heili fimm heiðurslønum streyk hon avstað við; ´Record of the Year´, ´Best New Artist´, ´Song of the Year´, ´Pop Vocal Album´ og ´Female Pop Vocal Performance´.

 

Orsaka av rættarmálum í seinastuni fekk hon ikki loyvi at koma inn í USA og varð tí noydd at framføra og takka fyri virðislønir yvir fylgisvein.

 

Við fýra virðislønum var Kanye West næstur henni, meðan Herbie Hancock vann stóru ´Album of the Year´-virðislønina.

 

Til ber at síggja ein fullfíggjaðan lista yvir vinnarar

her<a>.