Sera gott ár hjá EM Asfalt

Árið 2020 var eitt gott ár hjá asfaltsvirkinum EM Asfalt, sum hevði 7,1 millión krónurí avlopið. Tað er nærum tríggjar ferðir so nógv, sum árið fyri.

 

Bruttovinningur felagsins vaks úr 12,6 milliónum krónum upp í  20,2 milliónir. Starvsfólkakostnaðurin lækkaðir samstundis úr 9,7 niður niður í 9,2 milliónir krónur.

Tað gav eitt úrslit áðrenn rentur upp á 8,7 milliónir í mun til 882.000 krónur árið fyri.

Eginpeningurin hjá EM Asfalt er nú 22,9 milliónir krónur. Hann far 15,8 árið fyri.

Felagioð hevur í árinum ikki goldið vinningsbýti til partaeigararnar.

Stjóri í EM Asfalt er Edvard Højgaard Mikkelsen.

##med2##