- Sera glaðir um sigurin

Finnur Hansson og hinir kyndilsleikararnir vóru sera fegnir um sigurin ímóti VIF sunnudagin. Finnur helt eisini, at har vóru glottar at hóma.

- Hetta var øgiliga gott at fáa tvey stig. Tað var stórt trýst á okkum, eftir at vit høvdu fingið bank fyrstu tveir dystirnar, og tí mátti hesin dysturin bara vinnast. Vit vóru ikki heilt nøgdir við spælið, men eitt skifti í seinna hálvleiki vóru glottar at hóma. Vit funnu bæði rætta spælið og rætta stríðsandan fram í dystin, og hetta hevur mangla hinar dystirnar, sigur Finnur Hansson.