Henrik Gerster, venjari hjá Stjørnuni, var sum vera mann glaður eftir sigurin á Neistanum. Hann var serliga glaður fyri innsatsin hjá kvinnunum í seinna hálvleiki.
- Í fyrra hálvleiki spæla vit ikki so væl, men í seinna hálvleiki spæla kvinnurnar heilt ótrúliga væl. Vit hava eina sera góða verju, og so stendur málverjin ein sera góðan hálvleik. Í pørtum av dystinum tykist tað eisini, sum um vit orka betur enn Neistin, og hetta er eisini ein av mununum í dag.
Hann segði víðari, at hann fegnaðist um, at Simona Petersen hevði spælt so væl, men hann legði dent á, at Simona má ikki leika ov nógv enn.