Sera góð íløga fyri Hetland

Hetlendingar hava sett nógvar pengar í Norrønu, tí teir halda, at hetta er ein skilagóða íløga, sum eisini fer at síggjast aftur í Hetlandi. Sosialurin hitti tveir av oddamonnunum har

Nýggja Norrøna


-Eg eri ein sera fegin maður í dag. Hetta er eitt frálíkt skip. Hetta er ein góð verkætlan. Og eg haldi, at vit gjørdu tað rætta sigur ?løgmaðurin? í Hetlandi, Tom Stove, sum varð millum ferðafólkini á fyrsta túrinum við Norrønu úr Týskalandi til Føroya og víðari til Hetlands. Tom Stove er júst ?afturvaldur? í enn eitt fýra ára skeið at leiða Hetland inn í framtíðina. Val er í Hetlandi í mai og eingin hevur stillað upp ímóti Stove. Hann hevur verið ?convenor? tvs. ovasti í lokalstýrinum í Hetlandi seinastu fýra árini og hevur tí eisini havt møguleika at fylgja við og vera við til at ávirka gongdina í málinum um ferðamannaskipið Norrønu.

Norrøna hevur stóran týdning fyri Hetland sigur Tom Stove. Her hugsar hann ikki minst um tað at fáa samband við fleiri onnur lond við einum skipi, sum er so mikið stórt, at tað kann flyta allan farm og ferðafólk, sum tørvur er á, og so eisini á einum støði, sum tíðin krevur.

Tom Stove trýr uppá, at leiðin hjá Norrønu fer at fáa enn størri undirtøku, nú nýtt skip er komið. Hann sær fyri sær, at nógv fleiri bretar og skotar fara at leggja leiðina úr Aberdeen til Lervick og síðani víðari til Føroya og Ísland ella til Bergen í Noregi. ?Fólk vilja ikki bara hava sól. Tey vilja eisini hava nýggjar náttúruupplivingar og tað fáa tey við at brúka Norrønu. Hetta er ein góð íløga, sum vit vóna fer at bera seg og vera til frama bæði føroyingar og hetlendingar.

Møguleikar
-Hetta er fyrst og fremst ein stór løta fyri føroyingar, men hetlendingar eru eisini sera fegnir um at vera við í hesi verkætlan sigur umboðið hjá Hetlandi í nevndini í Smyril Line, Morgan Goodlad, sum var við á fyrsta túrinum hjá Norrønu úr Lübeck til Føroya og eftir tað til Hetlands. Morgan Goodlad umboðar hetlendska partapeningin í Smyril Line uppá 50 mill. kr. Hann er eisini ovasti embætismaðurin í hetlendska heimastýrinum og formaður í fleiri av ríku oljugrunnunum.

Morgan er sera fegin um nýggja skipið og ivast ikki í, at tað fer at fáa avgerandi týdning fyri oyggjasamfeløgini í Norðuratlantshavi. Hann viðgongur, at tað verður tungt at reka skipið, men hetlendingar høvdu ikki gjørt hesa íløguna, um teir ikki mettu hana skilagóða. Hann roknar við, at íløgan teir hava gjørt fer at síggjast aftur í Hetlandi uppá longri sikt.

Hann sær góðar møguleikar við hesum betraða infrastrukturinum at menna flutningin millum londini í Norðuratlantshavi og so meginlandið eitt nú gjøgnum Lervick. Eisini ferðavinnan kann fáa eitt veruligt skump og sær hann fyri sær, at ferðafólk úr Bretlandi og Hetlandi fara at brúka Norrønu og at ferðafólk eisini fara at fara øvugta vegin og vitja í Hetlandi og Skotlandi.

Uppá fyrispurning um tíðirnar kunnu gera at neyðugt verður at koyra meira partapening í felagið sigur Morgan, at teir hava tilrættalagt alt so væl, at teir síggja ikki nakra orsøk til hetta sum er. ?Vit vita øll, at hetta er eitt stórt skip. Men roynir tú einki nýtt, so kemur tú heldur onga veg víðari. Eg h aldi vit skulu vera eitt sindur varin við bara at fokusera uppá tað negativa. Soleiðis er tað eisini í Hetlandi. Fólk velja heldur ivan og pessimismu enn bjartskygni. Hetta eru jú ein stór løta fyri bæði samfeløgini, og eg haldi vit eiga at vera fegin og trúgva uppá, at hetta fer at ganga.

Morgan Goodlad sær fyri sær stórar møguleikar at menna samvinnuna millum Hetland og Føroyar, nú hetta eru næstu grannar.







.