Ert tú stívur í kroppinum, hevur vøddaspenningar ella ert plágaður av pínu, so er nakað nýtt og spennandi komið til Føroya: Massasjustólin Dr. Magic, sigur Beinta Lassen frá Ergo & Hjálpar-tólum
Tí har hava tey eitt »Relax room«. Í hálvtannað ár hava tey bjóðað viðskiftafólki massasju í sera framkomnum massasjustólum og hugnaligum umhvørvi.
Men nú er Dr. Magic komin til Føroya sum tann fyrsti og einasti. Dr. Magic hevur ein innbygdan telduskerm, sum vísir, hvussu kroppurin hjá tær hevur tað, hvar og hvussu nógvir vøddaspenningar eru.
Stólurin vísir kroppin hjá tær alla tíðina, meðan hann masserar, so tú sært á skerminum um tínir spenningar eru blivnir upploystir.
Beina Lassen, sum er ergoterapeutur, hevur í tøttum samstarvi við danir verið kring knøttin og leitað eftir tí besta massasjustólinum, og úrslið er so Dr. Magic.
- Nógvir massasjustólar finnast og í ymsum prísflokkum, men sum viðgerðarstórlur er Dr. Magic tað besta av tí besta, sigur Beinta Lassen.
- Tað, sum sermerikir hendan stólin, er, at hann finnur akslahæddina hjá tær. Sendir nakrar fingrar út so at hann veruliga kann taka fatt. Hann gevur zoneterapi til føturnar og so sjálvandi tekduskíggin.
- Stólurin gevur massasju til allan kroppin, nakka, rygg, lendar, bein og føtur. Tú kanst velja millum ymisk sløg av massasjum, sigur Beinta Lassen.









