Í Nyborg í Danmark eru fólk í øðini, tí at myndugleikarnir hava játtað einum virki í býnum at taka ímóti 16.000 tonsum av eitrandi burturkasti úr Avstralia. Sagt verður, at Týskland bleiv spurt um at beina fyri burturkastinum, men segði nei, tí evnið er so vandamikið. Men Kommunekemi í Nyborg hevur fingið tey neyðugu loyvini frá donsku myndugleikunum.
Evnið, sum talan er um, eitur HCB ella hrxa-klor-benzen. Sambært Ritzau er tað so eitrandi, at eitt gram av hesum evninum kann dálka eina milliard litrar av sjógvi so illa, at allur fiskiskapur heldur uppat.
Danski umhvørvismálaráðharrin, Karen Ellemann, sigur, at virkið í Nyborg er trygt, og tí hava myndugleikarnir játtað tí at taka ímóti burturkastinum úr Avstralia.