Sera dapur fríggjadagur

Fríggjadagurin gjørdist lagnudagurin hjá Faroe Seafood og hjá flestu av teimum mongu, sum høvdu sítt starv hjá samtakinum. Sum seinnaparturin leið, var líkt til, at ring boð vóru í væntu. Tað skuldi eisini vísa seg, at ófrættakenda støðan, sum sást og merktist hendan dagin, gjørdist veruleiki, og almenningurin varð at enda kunnaður um, at Faroe Seafood var sent Skiftirættinum

FAROE SEAFOOD

Fríggjamorgunin sóust skip hjá Faroe Seafood, sum vanliga plaga at loysa sama kvøld, sum tey landa, framvegis liggja bundin við bryggju dagin eftir. Soleiðis lógu ísfiskatrolararnir, Stelkur og Bakur, lið undir lið inni í havnini í Runavík, sum ikki sá serliga dámligt út. Vanliga plaga skipini eisini at liggja við Beta-brúnna eftir loknan túr, men soleiðis var ikki hendan dagin.
Tá tú fregnaðist, hví so var, fekst tú at vita, at nógv fundarvirksemi um Faroe Seafood var hendan dagin, og fólk væntaðu, at eitt hvørt fór at henda.
Út á seinnapartin bórust eisini tíðindini um, at samráðingarnar millum tey trý feløgini, sum høvdu ætlað sær at yvirtaka felagið, vóru slitnaðar.
Í samrøðu við Norðlýsið váttaði Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja, sum var ein av ætlaðu keyparunum, at teir einki høvdu frætt aftur frá Eik Banka, og tí segði hann seg vænta, at “heilt aðrir partar sita við borðið í løtuni”.
Sama seinnapart váttaði eisini Ingi Højgaard, nevndarformaður í Faroe Seafood, yvirfyri Kringvarpinum, at teir nú vóru farnir eftir plani B, sum hann tók til.
- Støðan er álvarsom, tí eingin trygd er fyri, at tey 800 starvsfólkini hjá Faroe Seafood sleppa til arbeiðis aftur mánamorgunin, legði nevndarformaðurin aftrat.

Í Skiftirættin
Seint seinnapartin fríggjadagin gjørdist so endaliga greitt, at avgerð varð tikin um at senda Faroe Seafood í Skiftirættin.
Bústjórar, Ingi Højgaard og Eyðfinnur Jacobsen, advokatar, vórðu settir.
Avgerðin merkir, at øll virkini, sum felagið hevur rikið, verða stongd, til nýggir møguligir eigarar – ella leigarar - fáa høvi at lata tey uppaftur.
Nøkur av skipunum, sum samtakið eigur lut í, verða væntandi siglandi fyribils, meðan onnur helst noyðast at binda.
Millum 500 og 700 fólk vóru knýtt at flakavirkjunum hjá Faroe Seafood. 100-120 mans vóru knýttir at skipunum, umleið 25 fólk at landingarmiðstøðini Kongshavn – og eini 12 fólk vóru knýtt at virksemi hjá samtakinum uttanlands.
Feløg, sum áttu meiri enn 5% í Faroe Seafood samtakinum, vóru: P/F Notio Framtaksfelag (48,5%)?, Vátryggingarfélag Íslands hf (19%)?, Framtak (17,5%)? og Sp/f 29.03.2006 (7,5%).