Tvær bilbumbur og fleiri samskipað álop kostaðu minst 102 mannalív í Irak í dag. Dagurin er sostatt tann mest blóðugi í landinum higartil í ár. Myndugleikarnir siga, at tað mest blóðuga álopið var í býnum Hilla, sum er einar 95 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin Bagdad. Har doyðu minst 38 fólk, og meiri enn 140 vórðu særd, tá tveir sjálvmorðsbumbumenn sprongdu tvær bilbumbur.
Bumburnar brustu uttan fyri eina verksmiðju, júst sum arbeiðsfólkið var á veg frá arbeiði.
Iraksku myndugleikarnir siga, at minst 20 álop vóru um alt landið í dag, og teir halda, at tað eru víðgongdir sunnimuslimar, sum skipaðu fyri álopunum.