Hetta vikuskiftið verða føroysk møtir í Zions Kirke Sognehus í Esbjerg. Hetta er árliga møtirøðin sum hevur verið hildin í Esbjerg í fleiri ár, har ymisk hava luttikið við talu og sangi.
Hesaferð kemur pens. trúboðari Niels J Nielsen av Strondum at tala til møtini. Hann er kendur fyri at hava ein kláran og greiðan evangeliskan boðskap, til støðutakan og eftirfylgjan.
- Her verður tí heilt vist nakað gott at koma til at hoyra, sigur trúboðarin Heri Elttør, ið er ein av fyrireikarunum.
Umframt Niels J. Nielsen fara Robert Thomsen úr Esbjerg og Hanus Poulsen úr Randers at syngja einræddaðan.
Møtini fríggjakvøld og leygarkvøld byrja kl.19.30, men fólk eru eisini vælkomin til bønarløtu kl.19 bæði kvøldini. Somuleiðis er kaffi o.a. eftir møtini hesi bæði kvøldini.
Møti sunnudagin byrjar kl.17 og eftir møti er okkurt gott til ein nátturðabita.









