September 2010

Tingfólk vilja

ikki niður í løn


Løgtingslimir eru ikki sinnaðir at lækka sínar egnu lønir fyri at ganga undan sum góðar fyrimyndir, nú tað er greitt, at hvør tann einasti borgari í landinum hevur merkt sviðan og fer at merkja enn meiri sviða av sparitiltøkum, sum verða sett í verk


Nú allir borgarar í landinum fara at verða merktir av álvarsligum sparitiltøkum, eiga politikarar fyrst at lækka sínar egnu lønir fyri at ganga undan sum góðar fyrimyndir.

Tað førdi Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin fram í Sosialinum herfyri.

Hann vil sostatt sostatt fegin ganga í fótasporunum á politikarum í Onglandi og ráðharrum í Danmark, sum hava lækkað sínar egnu lønir fyri at vísa samhuga við fólkinum, nú álvarslig inntriv skulu gerast fyri at fáa búskapin aftur á beint.

- Eg eri fullgreiðir yvir, at hetta eru bara piparnøtur, men tað hevur eitt signalvirði sum vísir, at politikarar eru sinnaðir at ganga á odda í teimum inntrivum, sum skulu gerast, segði Kári P. Højgaard.


Tinglimir siga nei

Men eitt spurnarumfar, sum Sosialurin hevur gjørt í Løgtinginum, vísir, at Kári P. Højgaard hevur ongan møguleika at fáa undirtøku fyri sínum sjónarmiði.

Tað eru bara 12 tinglimir, sum taka undir við at lækka lønirnar hjá politikarum eini 5% - 10%.

Hinvegin siga 16 tinglimir nei, til at lækka lønirnar hjá politikarunum, samstundis sum onkur einstakir ikki vilja svara.

Trimum tinglimum fingu vit ikki fatur.

Sum tað sæst í greinini yvirav, hava tinglimir ymsar grundgevingar fyri at vera fyri ella ímóti einum slíkum uppskoti.

Summir halda, at hetta er bara upp á kvamsvís, men aðrir siga, at verða allar almennar lønir lækkaðar skulu tingmannalønirnar sjálvandi fylgja við.


Skapar álit

Kári P. Højgaard umhugsaði annars at leggja uppskot fyri Løgtingið um at lækka tingmannalønirnar

Hann heldur, at tað hevur stóran týdning at skapa álit ímillum politikarar og borgarar og at skapa forstáilsi ímillum fólk fyri at tað er neyðugt við inntrivum.

- Men sum støðan er nú, hevur vanliga fólkið onki forstáilsi fyri teimum inntrivum, sum verða gjørd. Fólkið hevur heldur ikki álit á politisku skipanina, og tað verður okkara fremsta uppgáva at byggja tað uppaftur, heldur hann.

Hann vísir á, at ein týðandi partur av røðuni, sum Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag helt á altjóða arbeiðaradegnum, snúði seg júst um hvussu óvilligir politikarar eru at ganga undan at vísa ein góðan vilja til sparing, samstundis sum teir leggja stórar byrðar á onnur, eisini tey, sum hava minst frammanundan.

Hann sigur, at hetta er eitt gott dømi um, hvussu stóran týdning tað hevur, at politikararnir ganga á odda, hóast talan er um piparnøtir.


***



Eik fór á heysin

Tað kom sum ein skelkur fyri føroyska samfelagið, tá ið danska Fíggjareftirlitið setti so stór krøv til Eik Banka um nýggjan kapital, at bankin ikki megnaði at yvirliva. Krøvini til avsetingar vóru nógv størri, enn bankin hevði gjørt upp, og tað kostaði Eik Banka lívið, tá ið Fíggjareftirlitið hugdi nærri eftir bankanum. Fíggjarligt Støðufesti yvirtók Eik Banka fyri at selja hann víðari til áhugaðar keyparar.

(mynd: Eik)




Mist 6 milliardir

Síðan oktober mánað í 2007 eru partabrøvini, sum føroyingar eiga, fallin 79 prosent í virði ella tilsamans 6 milliardir krónur. Hóast privatfólk eiga ein minni part av partabrøvunum, kann hugsast, at ógvusliga fallið hevur loypt ótta á húsarhaldini og ávirkað teirra nýtsluhug, heldur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.




Pissa í buks

Sambært føroyska apoteksverkinum hava 3000 kvinnur og 4000 menn í øllum aldursbólkum trupult við at halda sær. Tí telist inkontinens millum mongu sonevndu fólkasjúkurnar, sum ofta eru spegilsmyndir av nútímans livihátti.

At talið er vaksandi sæst eitt nú á søluni av heilivági og aðrari útgerð til inkontinens. Sambært danska heilsustýrinum er sølan vaksin við rúkandi ferð seinastu árini.

- Nógv halda tað vera trupult at tosa um - sjálvt við læknan. Tey halda, at hetta mugu tey bara læra at liva við. Men hjálp er at fáa, bæði til orsøkir og sjúkueyðkenni, siga tey á Apotekinum.



Traðka á samkynd

Jóhanna Sigurðardóttir, for¬sæt¬¬is¬¬ráð¬¬frú¬a í Ís¬landi, vildi á før¬¬oy¬a¬¬ferð¬¬ini ikki gera við¬merk¬ing¬ar til ser-ligu heils¬an¬i¬na frá Jenisi av Rana - um at vitj¬an henn¬ara og konu henn¬ara í Føroyum var ein pro¬vo¬ka-tión. Jenis av Rana vildi ikki fara til almennan døgurða við teimum.

Men tá Jóhanna Sigurðardóttir kom aft¬ur til Ís¬lands segði hon við ís¬¬lendska kring¬varp¬ið, at í Før¬oy¬-um verð¬ur traðk¬að á við¬¬ur¬¬skiftini hjá teim¬um sam¬kyndu.

- Um vitjan mín kann varpa ljós á hetta, so er kort¬ini okk¬urt gott kom¬¬ið burt¬ur¬úr, segði hon.


***



Eg haldi, at vit heldur skuldu givið løgtingslimum hægri løn, men aftur fyri kravt, at teir ikki høvdu nakað annað arbeiði við síðuna av.

Magni Laksáfoss,løgtingslimur, um uppskotið at lækka lønirnar hjá tingfólki



Tað er stórt at síggja húkin, Tað minnir meg um, tá eg var í New York og sá verðins størstu tøjklemmu og verðins størsta tummil.

Listamaðurin Amariel Norðoy um húkin í rundkoyringini í Klaksvík