September 2009: Landsliðið gjørdi tað

Føroyar framdu aftur eitt fótbóltsbragd, tá ið Litava varð lagt niður á Svangaskarði. Føroyingar stríddust sum leyvur, skoraðu tvey mál og vunnu HM-dystin.

Fagnaðurin á vøllinum var ovurstórur. Spælararnir lupu allir í ein stóran trunka. Brian Kerr tóktist ikki vita, hvørjum beini hann skuldi standa á, sum hann rann millum spælarar, hjálparfólk, nevndarlimir og fjølmiðlar.

Ikki síðani tann 1. september í 2001 høvdu Føroyar vunnu undankappingardyst. Ta ferðina æt mótstøðan Luxemburg, sum varð styrkismett lægri enn vit. Men síðani bólkarnir gjørdust fleiri í tali og liðini í hvørjum bólki færri, hevur verið truplari at rokkið sigrunum.

Henrik Larsen var nær við móti Skotlandi og Cypros, meðan Jógvan Martin Olsen eisini var nær við móti Eysturríki. Men hjá Brian Kerr tók tað so ikki meira enn fýra dystir. Og tað hendi, so var tað ikki uttan eina hampuliga stóra undran og diskussión.


Skuldu reisast

Frá fyrsta bríksli sótu okkara tætt í mótstøðuni. Ikki ein tann einasti av okkara spælarum bíðaði, tá takkling skuldi setast inn, og litavar fingu á tann hátt alt fyri eitt at vita, at her komu teir ikki lætt til nakað sum helst. Og so sóu vit aftur beinleiðis álopsspælið, sum føroyinar sýndu móti Serbia og partvíst móti Fraklandi. So skjótt bólturin varð vunnin, varð ferð sett á móti litaviska málinum, og fleiri ferðir eydnaðist kantum okkara at sleppa aftur um bakkarnar.

Og føroyingar skoraðu tvær ferðir. Fyrst var tað Súni Olsen við einum dundurskoti frá frísparki, og eftir at litavar høvdu javnað, potaði Arnbjørn Hansen bóltin í málið til 2-1, sum gjørdist úrslitið av dystinum.


Jákup segði farvæl

Jákup Mikkelsen spældi sín landsdyst nummar 65, og eftirsum hann hevur boðað frá, at hetta er hansara seinasta ár sum landsliðsmálverji, var dysturin á Svangaskarði samstundis hansara seinasti heimadystur fyri Føroyar.

– Hetta er tað, eg havi droymt um, og næstan ikki trúði fór at gerast veruleiki. Eg eri rørdur og ótrúliga takksamur fyri hetta, segði Jákup Mikkelsen eftir dystin.

Ítróttarredaktørurin í Miðlahúsinum skrivaði eftir dystin, at hetta var orsøkin til, at føroyingar spældu á Svangaskarði aftur. Hann vísti á, at vøllurin á Svangaskarði er minni enn Tórsvøllur, og tí hóskar seg væl til føroyska liðið. Fjarstøðan millum hotell og vøll hjá vitjandi liðunum er longur, og annars eru kirngumstøðurnar serligar.

- At kalla allir lutir siga mótstøðuni, at nú eru teir á útivølli, og hvør einasti lítil smálutur av hesum slag, telur tí til okkara fyrimun. Og fyrimunir eru absolutt ikki nakað, sum vit hava ráð til at geva avkall uppá, um vit skulu standa okkum á altjóða pallinum. Føroyar eru ikki meira enn ein lítil bygd í Europa. So sjálvandi skulu vit virka bygdaslig hjá stóru londunum at vitja, skrivaði Jákup Mørk.





Hjálmurin fór í knús

13 ára gamla Maria Ronnadóttir slapp við smásnuddum, tá ið hon súkklaði út fyri ein bil á landsvegnum við tunnilsmunnan á Signabø. Hon varð slongd upp um bilin og brast í vegin aftanfyri. Bæði løgregla og lækni siga, at hon var ikki á lívi, um hon ikki var í hjálmi. Maria minnist einki frá hendingini, men slapp við smærri snuddum.





Olja verður funnin

Tað er staðfest, at vit hava eina virkna kolvetnisskipan á føroyska landgrunninum, vit hava goymslugrýti, og fellurnar eru til staðar, og nógvar eru stórar. Tí síggi eg tað mest sum ein spurning um tíð, áðrenn okkurt spennandi úrslit spyrst burturúr eini boring

Tað sigur jarðfrøðingurin Heri Ziska, sum starvast hjá Jarðfeingi.

Higartil hevur leitingin eftir olju undir Føroyum ikki rættiliga givið bónus, men vónir eru framvegis um, at oljufeløgini fara at finna olju í rakstrarverdum nøgdum.


Eldur av flatskíggja

Eldur kom í eini hús á Styukkinum, og eftir eldsbrunan var illgruni um, at tað var ein flatskíggi, sum hevði fest í húsini. Ein maður býr einsamallur í húsunum, sum hann leigar, men hann var ikki heima. Í einum horni í stovuni stóð ein flatskermur og ein sjónvarpsmóttakari, og tað er annar av hesum báðum elektrisku lutunum, sum hava elvt til eldsbrunan.


Vit ræðast sjálvmorð

Okkara ræðsla fyri at tosa um sjálvmorð ger tað oftast enn truplari at hjálpa teimum sjálvmorðshóttu. Tað sigur leiðarin á psykiatriska deplinum,Tormóður Stórá.

- Besti mátin at fyribyrgja einum sjálvmorði er at spyrja inn til tankarnar hjá tí sjálvmorðshótta. Sjálvt um vit ikki beinleiðis kunnu hjálpa ítøkiliga, kunnu vit vísa okkara pínda medmennsikja á, at tað finst hjálp, og tað kann verða heilt avgerandi í sváru løtuni, sigur Tormóður Stórá.



Eg eri sannførdur um, at skal tað eydnast at rationalisera fólkaskúlan nakað sum munar, er tað neyðugt, at øll ábyrgdin liggur á einum og sama staði, og tað skal vera í eini miðsavnaðari fyrisiting.

Magnus Tausen,

formaður í Lærarafelagnum



Løgmaður er Føroya størsti svíkjari, tí hetta er greitt í stríð við samgonguskjalið. Fíggjarlógin skal ikki samtykkjast fyrr enn í desember, og eg ætli mær at stríðast til tað seinasta.

Gerhard Lognberg,

løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin