FIFA forsetin er kroystur fyri tíðina, eftir at hann í sjónvarpssamrøðu niðurspældi rasismu í altjóða fótbólti og segði, at leikarar bara skulu taka í hondina á hvørjum øðrum eftir dyst. Sepp Blatter hevur sagt oraska, men noktar at leggja frá sær.
Rasisma era v álvara á dagsskránni í altjóða fótbólti, eftir at bæði Chelsea miðverjin, John Terry, og Liverpool framherjin, Luis Suarez, eru undir illgruna fyri at hava brúkt rasistiskan málburð móti mótstøðuleikara.
Í tí sambandi gjørdi CNN eina samrøðu við forseta í altjóða fótbóltssamgonguni og spurdi Sepp Blatter um rasismu í altjóða fótbólti. Hann svaraði við at siga, at nógvur verður sagt í einum dysti, sum ikki altíð er góðkent, men at leikarar skulu taka í hondina á hvørjum øðrum og so er alt gloymt.
Útsøgnin hjá Sepp Blatter komu illa við hjá fleiri og Manchester United miðverjin, Rio Ferdinand, sendi Sepp Blatter eini beinleiðis boð gjøgnum Twitter og vísti sína misnøgd. Av øðrum kann nevnast at menn sum David Beckham hava somuleiðis víst sína misnøgd við útsøgnina Sepp Blatter.
FIFA forsetin hevur nú biði um umbering og sigur, at hann hevur kempað móti rasismu alt sítt lív. Hann ásannar at tað hann segði ikki var rætt, men noktaði at leggja frá sær sum FIFA foresti.
Sjónbandabrot 1: Brot úr samrøðu hjá CNN við Sepp Blatter
Sjónbandabrot 2: Brot úr samrøðu hjá Al Jazeera við Sepp Blatter
Sjónbandabrot 3: David Beckham sigur sína hugsan um útsøgnina hjá Sepp Blatter